Oljuprísurin heldur sær omanfyri 54 dollarar fyri fatið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

16.12.2016 - 09:15

Oljan >

Prísurin á Norðsjóvaroljuni Brent liggur í løtuni og sveiggjar millum 54,30 og 54 dollarar fyri fatið. Prísurin á amerikansku lættoljuni WTI er í løtuni 51,22 dollarar fyri fatið.

Mánadagin og týsdagin lá prísurin á Brent omanfyr 55,60 dollarar fyri fatið, men fall so til knappar 54 dollarar mikudagin, og hevur síðani kinka seg uppum 54 dollarar.

Í løtuni er prísurin á leið sum hann var um hálvan oktober. Um hálvan november var prísurin goðar 45 dollarar fyri fatið.