Oljuprísurin lækkar - OPEC fundast í vikuni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.06.2018 - 13:01

Oljan >


Eftir at hava ligið rættiliga støðugur millum 75 og 77 dollarar fyri tunnuna í longri tíð, er oljuprísurin seinastu dagarnar lækkaður við trimum til fýra dollarum. Oljuprísurin fall við góðum tveimum dollarum fyri tunnuna fríggjadagin til 73,44 dollarar, eftir at tveir av heimsins størstu framleiðarum søgdu frá, at teir fóru at økja um framleiðsluna á komandi OPEC fundi, um somu tíð sum amerikanski útflutningurin varð hóttur av kinverskum tolli á olju skrivar Reuters. Mánamorgun heldur lækkingin fram, soleiðis at ein tunna av olju nú kostar 72,77 dollarar.

Oljuíleggjarar kenna seg ótryggar við støðuna undan OPEC fundinum í Wien í hesi vikuni, nú bæði Saudi Arabia og Rusland hava hækkað framleiðsluna nakað og hava sagt frá, at tey ætla at hækka hana enn meira.

Avgerðin hjá amerikanska forsetanum at leggja toll á innflutning frá eitt nú Kina hevur fingið Kina til at svara aftur við at tollhækkingum á amerikanskar vørur fyri 500 mia. kr., harímillum olju.

Seinastu seks mánaðirnar hevur USA útflutt í meðal 363.000 tunnur av olju til Kina, sum saman við Kanada er størsti keyparin av amerikanskari olju.

Viðmerkjarar siga, at stórur ótti er millum mong lond, at OPEC á komandi fund fer at kunngera, at tað fer at vaksa um framleiðsluna, spurningurin er bara um, hvussu nógv.Tað eru tó ikki øll OPEC lond, sum eru samd við Saudi Arabia og Ruslandi um at hækka framleiðsluna. Bæði Iran, Iraq og Venezuela hava sagt frá, at tey eru ímóti at hækka framleiðsluna og hava hot við at leggja veto móti eini hækking. Tey vísa á, at ein hækking krevur, at øll Opeclondini eru samd. Um somu tíð hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, heitt á Opec um at økja um framleiðsluna., tí tann høgi oljuprísurin skaðar heimsbúskapin. Keldur siga, at orsøkin til hesa áheitan frá Trump er tann, at ein lægri oljuprísurin skal gagna honum til komandi miðval. Kortini ætla lond sum Iran, ið USA í løtuni fremur sanktiónir ímóti, á ongan hátt at lurta eftir amerikanska forsetanum.