Oljuprísurin nærkast 2015-prísinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

03.01.2017 - 13:23

Oljan >

Fyrsta dagin í 2017 kostaði amerikanska lættoljan, WTI, 55,24 dollarar fyri fatið, meðan Brent-oljan kostaði 58,37 dollarar fyri fatið. Og í dag heldur prísurin fram at hækka, og er nú komin uppá ein prís sum vit ikki hava sæð síðani á sumri 2015, skrivar Bloomberg News.

Á Nasdaq-yvirlitinum sæst at WTI-oljan í dag hevur ligið uppi á 55,24 dollarum, og Brent-oljan uppi á 58,37 dollarum fyri fatið. Í løtuni kostar Brent-oljan 58,08 dollarar fyri fatið, og WTI 54,91 dollarar..

Ein av orsøkunum til at oljuprísurin hækkar, er at OPEC-londini frá 1. januar framleiða minni av olju, og tí minka heimsins oljugoymslur.