Oljuprísurin nærkast 60 dollarum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.09.2017 - 11:24

Oljan >


Oljuprísurin hækkaði munandi í gjár, tá hann nærkaðist 60 dollarum fyri tunnuna og harvið tann hægsti í tvey ár ella síðani juli 2015. Hækkingin er omanfyri 3%. Orsøkin skal vera hægri eftirspurningur. Haraftrat hóttir Turkaland við at steðga oljufloyminum úr irakiska partinum av Kurdistan til havnir í Turkalandi. Hetta kann minka um framleiðsluna við  500.000 tunnum á marknaðinum um dagin. Turkisku hóttaninar koma eftir fólkaatkvøðuna um sjálvstýri í kurdiska partinum av Irak. Heldur ikki irakiska stjórnin góðkennir fólkaatkvøðuna og hevur heitt á onnur lond um at steðga innflutningin av olju úr Kurdistan.

Viðmerkjarar siga, at orsøkin til vaksandi oljuprísin er eisini fastfrysting av framleiðsluni í Opec. Síðani tiltakið varð sett í verk hevur tað minkað um framleiðsluna frá Opec og Russlandi við 1,8 mill. tunnum um dagin og hevur tað fingið oljuprísin at hækka við 15% seinastu tríggjar mánaðirnar.

Nú verður so bíðað í spenningi eftir fundi í Opec, sum skal taka støðu til at halda fram við fastfrystingini eftir 1. mars í næsta ár, sum annars varð dagurin, tá framleiðslan aftur skuldi hækka. Russar vilja vera við, at støða verður tikin til hetta í januar men umboð fyri Opec siga, at tað verður gjørt móti endanum á hesum árinum, kanska í november.Óvist er tó hvønn vegin tað ber. 

Kelda Rigzone