Oljuprísurin oman fyri 75 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.05.2018 - 11:54

Oljan >

Aðru ferð hesa seinastu vikuni fór oljuprísurin upp um 75 dollarar. Tað er eisini hægsti prísurin síðani 2014. Mánamorgun kostaði ein tunna av Brentolju 75,66 dollarar. 

Hetta er ein vøkstur uppá nærum 2 dollarar síðani fríggjadagin. Høvuðsorsøkin til vøksturin er tann spenningur, sum hevur tikið seg upp millum USA og Iran, har Trump forseti hóttir við at taka aftur stuðulin til kjarnorkuavtaluna, sum varð gjørd í 2015. 

Iranski forsetin hevur ávarað USA at gera tað søguliga mistakið, sum tað vil vera at taka seg aftur úr avtaluni, sum bæði ES, Rusland og Kina hava undirskrivað. Avgerðin hjá Trump um framtíðina hjá hesi avtalu verður tikin 12. mai.