Oljuprísurin omanfyri 70 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.01.2018 - 18:45

Oljan >

Oljuprísurin fór loksins upp um 70 dollarar. Hetta hendi fríggjadagin, og í morgun er hann framvegis omanfyri teir 70 dollararnar. 

Orsøkin er millum annað avgerðin hja Opec og Ruslandi at skerja framleiðsluna men eisini búskaparliga framgongdin kring heimin hevur ávirkað prísin, nú eftirspurningurin er vaksin. Nú verður so bíðað í spenningi eftir seinastu hagtølunum yvir oljugoymslurnar í USA. 

Hesi hagtølini plaga eisini at hava avgerandi ávirkan á oljuprísin. Eisini ein veikari dollari hevur ávirkan á oljuprísin, sum ikki hevur verið so høgur síðani desember í 2014. 

Tó verður mett, at ein øking í amerikonsku skifurframleiðsluni skjótt kann ávirka oljuprísin niðureftir.

Kelda: Ritzau og Hegnar.no.