Oljuprísurin styrkist í kvøld


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

29.11.2016 - 00:13

Oljan >

Fríggjadagin misti oljuprísurin flogið, sum hann annars hevur havt seinastu vikurnar so hvørt sum leysatíðindir hava sagt at OPEC-londini fara at semjast um at minka um oljuframleiðsluna.

Í kvøld kom vend í lækkandi oljuprísin, og nú er hann komin uppá 48,24 dollarar fyri eitt fat av Norðsjóvaroljuni Brent.

Amerikanska lættoljan WTI kostar 47,08 dollarar fyri fatið.