Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi hevur her framløgu á kunnandi tiltaki fyri oljufeløgum í Travelers Club í London. Mynd Jan Müller

Oljuríkt móðurgrýti eystanfyri Føroyar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.09.2017 - 15:36

Oljan >


Mánadagin 25. september kl. 15.00 fer Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, at hava eina framløgu í Vinnuhúsinum. Hetta er í samband við Vísindavøkan á ferð.

Seinastu árini hava starvsfólk á Jarðfeingi granskað og viðgjørt data av føroysku undirgrundini av nýggjum. Á heimleiðisfundinum verða hesi úrslit løgd fram, og Óluva Eidesgaard vísir á áhugaverdar og nýggjar møguleikar í føroyska økinum.

Oljuvinnufelagið skipar fyri tiltakinum, sum er alment, og øll eru vælkomin skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.