Ramform Titan á Fuglafirði fyri at bunkra og gera seg út til nýggja arbeiðsuppgávu hinumegin Atlantshav. Magn er tilreiðar. Geo Coral skal í Barentshavið og hevur bunkrað hjá EFFO. Myndir Reidar Joensen

Oljurisar á Fuglafirði


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

08.07.2017 - 00:00

Oljan >

Flestu av okkum minnast løtuna, tá ein av heimsins størstu oljupallum, West Hercules, í 2014 kom skúmandi inn á Skálafjørðin. Hetta var ein bæði óverulig og púra óvanlig sjón fyri íbúgvarnar kring fjørðin. Og í dag mundu fuglfirðingar uppliva nakað tað sama, tá eitt av heimsins størstu seismikkskipum legði at bryggju í Fuglafirði.

Hóast Fuglafjørður hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tá talan er um at fáa fremmandaskip á vitjan, so mundi tað leypa hvøkk á mangan fuglfirðing, tá einki minni enn ein oljurisi seinnapartin í dag stevndi inn á fjørðin. Eitt av heimsins størstu seismikkskipum, Ramform Titan, kom á Fuglafjørð fyri at gera seg út til at fara tvørtur um Atlantshav til nýggjar arbeiðsuppgávur út fyri Eysturkanada.

Ramform Titan er at meta sum juvelurin í krúnuni í máttmikla norska seismikkflotanum. Skipið er eitt av fleiri systurskipum, sum hesi seinastu árini hava skotið seismikk á flestu av heimsins høvum og harvið hava verið grundarlagið undir mongum stórum olju- og gassfundum.  Seinasta uppgávan hjá skipinum hevur verið í okkara grannalag, har Ramform Titan í góðan mánað hevur skotið seismikk fyri oljufelagið Total tætt við føroyska markið. Nú henda stóra uppgávan er lokin, ger skipið seg til reiðar at fara undir enn eina stóra verkætlan – á havleiðunum eystur úr kanadisku strondini. Ístaðin fyri at fara aftur til Noregs ella í skotska havn at gera seg út til nýggju uppgávuna, gjørdi skiparin saman við reiðaríinum av at leggja at landi í Føroyum – og her skifta manning, bunkra, proviantera og fáa aðrar vørur og tænastur.

Ramform Titan varð bygt í Japan í 2013. Tað er eitt av teimum mest framkomnu og størstu seismikkskipunum í heiminum og arbeiðir við 3D seismikki. Skipið er serútgjørt til at kunna skjóta seismikk yvir eitt sera stórt øki í senn við sokallaðari ”GeoStreamer” tøkni. Skipið er 104 metrar langt og 70 metrar breitt. Tað er eyðkent av tí heilt serstaka sniðinum. Tað er norska fyritøkan PGS, sum eigur og rekur skipið. PGS hevur í mong ár havt eitt sera tætt samstarv við Thor Offshore Services í Hósvík. Herfyri bygdi Thor fýra nýggj hjálpar- og veitingarskip til seismikkvinnuna og varð tá gjørdur langtíðar sáttmála við PGS fyri øll skipini. Eisini onnur skip hjá Thor hava arbeitt fyri PGS, eitt nú Thor Assister, sum júst hevur røkt hjálpar- og vaktaruppgávur fyri Ramform Titan á Atlantsmótinumn, har skipið hevur staðið fyri eini stórari seismiskari verkætlan.

Ramform Titan setir kós móti Kanada tíðliga leygarmorgun.