Oljurisin Johan Sverdrup undan kavi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.08.2017 - 17:10

Oljan >


Tað gongur skjótt rætta vegin við útbyggingini av eini tí størstu oljukelduni í Norðsjónum nakrantíð. Í farnu viku kom fyrsti parturin av útbyggingini av Johan Sverdrup oljukelduni undan kavi ella rættari, vórðu  beinini til fyrsta pallin flotað á Utsierahøvdini. Tey 26.000 tons tungu beinini standa nú á havbotninum, á 140 metra dýpi.  Talan er um størsta útbúnaðin nakrantíð á norska landgrunninum. ”Hetta er eitt vegamót fyri okkum, tí hetta er fyrsta sjónliga prógvið um Johan Sverdrup fundið. Tíðin, sum kemur, fer at gera oljurisan enn meira sjónligan,” sigur Kjetel Digre, sum stendur á odda fyri útbyggingini av hesum oljufeltinum, sum Statoil er fyrstistøðufelag fyri. Tá framleiðslan byrjar um eini tvey ár verður Johan Sverdrup tann fimtstørsta oljuframleiðandi keldan á norska langrunninum. Keldan goymir millum 1,9 til 3,0 mia. tunnur av olju. Framleiðslan kann halda fram í 50 ár og fer at fevna um 40% av samlaðu framleiðsluni á norska landgrunninum. 


Kelda: NTB