Oljurørleiðing opin aftur á nýggjárinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

29.12.2017 - 14:08

Oljan >

Tann 11. desember var eitt brek funnið í eini av høvuðs oljuleiðingunum í Norðsjónum, Forties. Ein riva varð staðfest í hesi rørleiðingini, sum stendur fyri flutninginum av umleið 40% av oljuni úr Norðsjónum til Bretlands. Síðani hevur rørleiðingin verið stongd og hevur tað kostað oljufeløgunum, sum flyta oljuna gjøgnum hesa leiðingina, 200 mill. kr. um dagin.

Nú sigur felagið, sum hevur ábyrgdina av Forties, Ineos, at leiðingin fer at koyra sum vant um nýggjársleitið. Felagið sigur eisini, at sera lítið av olju er likið úr rørleiðingini, tá rivan varð funnin og sigur, at óhappið hevur ikki havt nakra avleiðing fyri umhvørvið annars. Hetta skrivar heimasíðan Energy Voice. Fleiri av oljufeløgunum, sum brúka hesa rørleiðingina, t.d. BP, Shell og Apache siga, at tey eru farin at flyta olju og gass aftur úr Norðsjónum til móttøkustøðir á landi.

Tann 235 fjóðingar langa rørleiðingin bindur meira enn 80 framleiðandi olju- og gasskeldur í Norðsjónum við Grangemouth raffinaríið á meginlandinum.