Rex Tillerson er ein av teimum sum eru í boði sum komandi uttanríkisráðharri í USA. Mynd: ExxonMobil

Oljustjóri kann gerast uttanríkisráðharri í USA


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

11.12.2016 - 14:07

Oljan >

Tað røkist fyri at Donald Trump og hansara ráðgevarar leita eftir einum uttanríkisráðharra millum kendar vinnulívsmenn. Fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudy Giuliani, var ein tann fyrsti sum bleiv nevndur, og hann segði seg hava hug á sessinum. Men so hava kanningar av hansara vinnulivsvirksemi uttanfyri USA gjørt at hann neyvan er eitt gott val.

Nýliga bleiv fyrreverandi Ford-stjórin Alan Mulally nevndur sum møguligur uttanríkisráðharri. Hann var ein av toppunum í Boeing áðrenn hann gjørdist stjóri í Ford.

Nú er so enn ein toppstjóri nevndur, veit Aftenposten at siga, og hesin er ikki hvør sum helst. Rex Tillerson er stjóri í ExxonMobil, og hevur tænt hesi fyritøkuni eitt heilt arbeiðsliv. Hann er í dag 64 ára gamal.

Rex Tillerson gjørdist forstjóri í ExxonMobil í 2006, og hann hevur verið við til at gera fyritøkuna til tað børsskraettu fyritøkuna í heiminum við hægsta virði.

Hann kom inn sum forstjóri aftaná at hava arbeitt fyri ExxonMobil í Russlandi. Hetta fekk russar at geva honum heiðursmerkið Vinartign. Og júst hansara góða samband við russar kann vera tað sum fær Donald Trump at velja hann, tí mett verður at Trump kemur at leggja seg eftir at fáa betri samskifti við Vladimir Putin forseta og leiðsluna í Moskva.

Onnur nøvn sum eru nevnd til uttanríkisráðharrasessin eru millum annað Mitt Romney. Hann royndi at gerast forseti í 2012. Men hann er ikki millum teir sum ráðgevararnir og stuðlarnir hjá Trump halda er eitt gott val, skrivar E24.