Mikael Gren, sum hevur leiðandi starv í oljuvinnuni í Miðeystri, verður ein av fyrilestrarhaldarunum, tá Oljuvinnufelagið til várs fer at skipa fyri kunnandi tiltaki um føroyska og altjóða oljuvinnu. Mynd Jan Müller

Oljuvinnufelagið í vár: Mikael Gren um oljuvirksemi í altjóða høpi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.04.2018 - 18:15

Oljan >

Hóast einki leitivirksemi er við Føroyar í løtuni, so hevur tað kortini ikki fingið nýggju nevndina í Oljuvinnufelagnum at leggja inn árarnar. Tvørturímóti varð boðað frá á aðalfundinum herfyri, at fleiri tiltøk eru á skránni í vár, har eitt nú Mikael Gren, sum er búsitandi og hevur familju í Føroyum, fer at halda áhugaverda framløgu um m.a. sítt spennandi arbeiði sum Operations Director hjá Seadrill í Miðeystri.

Oljuvinnufelagið fer at skipa fyri einum tiltaki í vár, har fjórða útbjóðingarumfar og leiting á føroyskum øki verður sett á dagsskránna.

Gestur verður m.a. Mikael Gren, sum er Operations Director hjá Seadrill í Miðeystri, og hann fer at greiða frá um oljuvirksemi í altjóða høpi. Eisini verða onnur vinnulívsfólk við á tiltakinum, og endamálið er at umrøða tær avbjóðingar, sum ein komandi føroysk oljuvinna hevur.

"Vit fara at venda sjóneykuni inn eftir og viðgera m.a., hvat myndugleikar og vinnan kunnu gera øðrvísi. Spurningurin er, hví áhugin fyri Føroyum sum leitiøki ikki er størri, og hví vilja vit hava eina oljuvinnu í Føroyum", varð sagt í ársfrágreiðingini til aðalfundin, sum var 24. apríl, og har ein av veteranunum í Oljuvinnufelagnum, Magni Arge, gjørdi av ikki at stilla uppaftur, eftir at hava verið formaður síðani fyrst í 90-unum.

Í ársfrágreiðingini verður annars staðfest, at fyri fyrstu ferð í langa tíð, verður eingin føroysk luttøka á oljumessuni í Stavanger, hvørki við landabási á oljumessuni ella við slupp og tjaldi á bryggjuni í oljubýnum. Hetta tí at neyðuga fíggingin til hesi tiltøkuni rakk ikki til.

Her nøkur brot úr ársgreiðingini:

"Seinastu tvey árini hevur Oljuvinnufelagið arbeitt miðvíst við tiltøkum, sum staðseta Føroyar sum ein tænastudepil fyri frálandsvinnuna og skipaferðslu, sum siglir framvið á okkara leiðum.

Føroyskar tænastuveitingar til sjóvinnu eru á høgum støði og stenda mát við somu tænastur í okkara grannalondum. Vit hava, umvegis boringarnar í Føroyum og vitjanini hjá West Hercules, prógvað, at føroyskar sjóvinnuveitingar eru væl og virðiliga kappingarførar á altjóða stigi.

Í 2015 var heimasíðanwww.maritime-services.comsjósett, samstundis sum ein grafiskur samleiki og ymiskt tilfar varð gjørt. Síðani tá hevur Oljuvinnufelagið arbeitt víðari við átøkum, sum marknaðarføra føroyskar veitarar.

Luttøka á oljumessum

Ársfrågreiðingin viðger eisini málið um luttøku á oljumessum:

"Oljuvinnufelagið hevur ábyrgdina av at samskipa føroyska landabásin á Offshore Northern Seas í Stavanger og Offshore Europe í Aberdeen.

Í 2017 varð avgjørt, at føroyskur landabásur ikki skuldi verða á Offshore Europe. Orsøkin til hetta var ov lítil undirtøka millum føroyskar fyritøkur, og tískil var ikki ráðiligt at luttaka við landabási á messuni.

Tórshavnar kommuna boðaði undan ársskiftinum frá, at tey fóru at skerja útreiðslurnar til ONS. Oljuvinnufelagið stendur fyri føroysku luttøkuni á messuni, meðan Tórhavnar kommuna og Runavíkar kommuna standa fyri føroysku luttøkuni á bryggjuni.

Tað var skjótt greitt, at tá Tórshavnar kommuna ikki vildi rinda kostnaðin fyri bryggjuna, var neyðugt at tillaga føroysku luttøkuna. Eftir samskifti við fyritøkur, sum vanliga eru á oljumessum, var niðurstøðan, at man skuldi arbeiða víðari við at samskipa bryggjuluttøkuna við tjaldinum og móttøku umborð á Westward Ho. Hesin leistur letur upp fyri møguleikanum at luttaka á messuni um dagin sum vitjandi, og at brúka føroyska tjaldið um kvøldarnar.

Eftir langt og drúgt samskifti við fyritøkur, kommunur og almenn ráð og stovnar varð tó neyðugt at ásanna, at tað bar ikki til at koma á mál við fígging. Samanumtikið vóru 10 fyritøkur áhugaðar at luttaka, og Tórshavnar kommuna vildi lata stuðul. Men hetta var tíverri ikki nóg mikið til at bera kostnaðin.

Tískil var niðurstøðan, at ongin samskipað føroysk luttøku verður á ONS 2018 - hvørki landabásur á messuni, føroyskt tjald á bryggjuni ella móttøka umborð á Westward Ho."