Frá seinstu oljumessu í Aberdeen í 2015. Mynd Jan Müller

Oljuvinnufelagið - Orðaskifti um átøk í 2017


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.12.2016 - 14:12

Oljan >

Oljuvinnufelagið, sum er partur av Vinnhúsinum og harvið Arbeiðsgevarafelagnum,  hevur seinastu árini samskipað landabás á oljumessunum “Offshore Northern Seas” í Stavanger og “Offshore Europe” í Aberdeen. Nógv er broytt innan oljuvinnuna síðstu tíðina, og hetta hevur við sær, at ivasamt er, um føroyskur landabásur verður á “Offshore Europe” í Aberdeen komandi ár.

Oljuvinnufelagið bjóðar tí til fund í Vinnuhúsinum mikudagin 14. desember kl. 14.00.

Endamálið við fundinum er at fáa eitt orðaskifti um felags átøk í 2017. Orðaskiftið skal snúgva seg um, hvussu føroyskir maritimir veitarar á bestan hátt samskipa og tilrættaleggja felags átøk í 2017, og um hvussu man marknaðarførir Føroyar sum ein maritiman tænstudepil í 2017.

- Er føroyskur landabásur á oljumessu ella aðrari messu rætta átakið?
- Eru onnur átøk, sum kunnu geva betri úrslit í 2017?
- Kunnu pengarnir, sum verða brúktir til felagsbás verða betri gagnnýttir, um man samskipar hetta á annan hátt?

Øll eru vælkomin til fundin – bæði tey, sum vanliga eru á oljumessum, men eisini tey, sum selja og ynskja at selja maritimar tænastur til útlendskar keyparar.

Skrá til fundin:

- Átøk framd í 2016
- Framløga av úrsliti av limakanning hjá Oljuvinnufelagnum
- Orðaskifti um átøk í 2017

Nevndin í Oljuvinnufelagnum vónar, at áhugaði møta fjølment.