Kasakstan er eitt av londunum sum hevur goðtikið OPEC-semjuna. Mynd: AboutKazakstan

OPEC fær stuðul frá oljulondum uttanfyri felagsskapin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

11.12.2016 - 14:48

Oljan >

Á fyrsta sinni farnu fimtan árini hava oljuframleiðandi lond í og uttanfyri OPEC funnið eina semju um at minka um oljuframleiðsluna. Málið er at sleppa av við yvirflóðina av olju á goymslunum kring heimin, og at trýsta oljuprísin upp aftur.

E24 skrivar at sambært fleiri altjóða tíðindastovum játtaðu í gjár oljuframleiðandi londini sum ikki eru við í OPEC, at tey skulu tillaga sína oljuframleiðslu.

Tá OPEC-londini herfyri samdust um at minka um sína oljuframleiðslu, so lá í hesi avtaluni at tey vildu hava oljuframleiðandi lond uttanfyri OPEC til at taka sínpart av minkingini. OPEC-londini skulu fra 1. januar minka sína dagligu framleiðslu við 1,3 milliónum føtum. Á einum fundi í gjár millum OPEC-londini og oljuframleiðandi lond sum ikki eru limir, so skulu hesi minka sína dagligu framleiðslu við 600.000 føtum.

Sambært Bloomberg News er hetta fyrsta avtala av hesum slagnum sum er gjørd síðani 2001. Londini sum hava góðtikið at minka um oljuframleiðsluna eru Aserbadjan, Barain, Bolivia, Brunai, Ekvatorguinea, Kasakstan, Malaisia, Meksiko, Oman, Sudan og Suður-Sudan.

Sambært Bloomberg eru fleiri bilsin av at Kasakstan hevur góðtikið semjuna.

Fleiri stór oljulond hava ikki góðtikið OPEC-avtaluna. Millum hesi eru Noreg og Stóra-Bretland.