Opec og onnur oljulond halda fram við at skerja framleiðslu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

25.05.2017 - 20:48

Oljan >

OPEC saman við fleiri londum uttan fyri felagsskapin harímillum Russland hevur í dag á fundi í Wien gjørt av at halda fram við at skerja oljuframleiðsluna í níggu mánaðir aftrat. Hetta hendir eftir at tey hava skert framleiðsluna í seks mánaðir longu. 

Hetta verður gjørt fyri at varðveita ella hækka oljuprísin. Hóast avgerðina í Wien í dag so er oljuprísurin lækkaður úr umleið 54 dollarum niður í 52 dollarar fyri tunnuna. Viðmerkjarar eru ymiskir á máli, hví prísurin lækkar samtíðis sum Opec og onnur lond skerja framleiðsluna við nettupp tí fyri eygað at fáa prísin at hækka. 

Oljuráðharrin í Saudi Arabia sigur í eini viðmerking, at hann hevur álit á, at prísurin fer at hækka aftur. Eitt skifti herfyri var prísurin heilt niðri á 47 dollarum. Tíðin fer at vísa, hvønn vegin og hvussu skjótt prísurin fer at lækka ella hækka aftur.