Stjórin í Opec,hm. og oljuráðharrin í Saudi Arabia eftir fundin í Wien í dag.

OPEC og Russland longja oljuavtalu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.11.2017 - 22:18

Oljan >

Opec og fleiri onnur oljuframleiðandi lond undir leiðslu av Russlandi eru í dag komin ásamt um at longja avtaluna frá 2016 um at avmarka oljuframleiðsluna fram til endan á 2018. Talan er um at avmarka framleiðsluna við 1,8 mió tunnum um dagin, og er endamálið at tryggja ein meira støðugan og hægri oljuprís. Royndirnar higartil vísa, at henda avtala hevur borið frukt. 

Verandi avtala gongur út í mars næsta ár. Khalid al-Falih, orðstýrari á stóra Opec fundinum og oljuráðharri í Saudi Arabia, sigur eftir fundin, at londini høvdu ein sera góðan dialog og er hann fegin um at kunna siga frá, at londini hava gjørt av at longja avtaluna við 9 mánaðum til desember í 2018. Hann sigur seg vera sera bjartskygdan um framtíðina, bæði uppá stytri og longri sikt. 

Kelda: E24 og Hart Energy