OPEC økir oljuframleiðslu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.06.2018 - 16:06

Oljan >


Opec-londini eru í dag komin ásamt um at hækka framleiðsluna við einari mió. tunnum um dagin, skrivar tíðindastovan Reuters. Avtalan kemur í gildi 1. Apríl. Eftir at tíðindini vórðu almenn hækkaði oljuprísurin við 1,88% til 74,77 dollarar fyri tunnuna.

Bloomberg tíðindastovan skrivar, at londini við hesi avtalu taka av semjuna tey gjørdu í november 2016 um at avmarka framleiðsluna við 1,2 mió. tunnum um dagin. Opec skrivar í eini frágreiðing frá fundinum, at støðan í heiminum er rættiliga stabil við vaksandi eftirspurningi og bøttum búskapum. Ein Opec-kelda sigur við Reuters, at økingin í framleiðsluni í veruleikanum fer at vera minni en nein mio. tunnur um dagin, tí fleiri av londunum, sum higartil hava avmarkað framleiðsluna, fáa trupult við fult út at menna framleiðsluna aftur.

Hini londini sleppa sambært semjuni ikki  at framleiða uppaftur meira fyri at fylla holið, sigur keldan.

Undan fundinum ljóðaði tað, at lond, sum innflyta olju, eitt nú USA og Kina, hava lagt trýst á Saudi Arabia og Rusland um at hækka framleiðsluna, fyri at lækka tann høga oljuprísin, sum eitt skifti var 80 dollarar.

Hóast eitt land sum Iran hevur verið ímóti at hækka framleiðsluna, so viðgongur landið, at ein oljuprísur uppá 70 dollarar er í lagi. Landið ger tó vart við, at tað er ikki trýst frá amerikanska forsetanum, sum nú fær landið til at góðtaka eina hækking í framleiðsluni.

“Vit eru ikki komin á fundin fyri at góðtaka og seta í gildi krøv frá Trump”, sigur iranski oljuráðharrin sambært AP. Sum skilst hava samrøður millum Saudi Arabia og Iran havt við sær, at Iran tók aftur sítt krav um, at framleiðslan skuldi ikki hækka.

Nú eftir at avtalan er gjørd er oljuprísurin hækkaður við 2,34% til 75,11 dollarar.