OPEC-londini samd um at minkað um oljuframleiðsluna


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

30.11.2016 - 18:37

Oljan >

OPEC-londini samdust í dag um at minkað um oljuframleiðsluna. Hetta er fyrsta fer farnu átta árini at samgongan er samd um eina minking í oljuframleiðsluni. Samstundis hevur Russland góðtikið at minka um sína framleiðsu við 300.000 føtum.

tað er oljumálaráðharrin hjá Katar, Mohammed bin Saleh al-Sada, sum upplýsti hetta fyri miðlunum \ eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Hetta skrivar tíðindastovan NTB.

OPEC minkar um sína dagligu oljuframleiðslu við 1,2 milliónum føtum til 32,5 milliónir føt. Minjingin vervur sett í gildi 1. januar. Ætanin við hesu minkingini er at fáa oljuprísin at hækka, og at minka um heimsins oljugoymslur.