Jan Ziskason, stjóri í Føroya Tele og Páll Vesturbú, stjóri í FT Net á einum av sínum kanningarferðum í Orknoyggjunum, sum hava givið eitt spennandi og gevandi úrslit fyri fyritøkuna. Mynd The Orcadian

Orknoyingar fegnast um Shefa og Føroya Tele


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.04.2018 - 17:47

Oljan >


Skulu vit døma eftir skrivingini í størsta miðlinum í Orknoyggjunum, The Orcadian, so eru føroyska fyritøkan Føroya Tele og ein av hennara fremstu søluvørum í útheiminum, Shefa 2 samskiftiskaðalin, sera væl umtókt. The Orcadian hevði nú um dagarnar eina drúgva grein, sum snúði seg um framtíðar breiðband og fjarsamskiftismøguleikarnar í Orknoyggjunum. Har verður varpað ljós á seinastu stóru verkætlanina, sum er við at fara av bakkastokki, har endamálið m.a. er at brúka vitan og royndir hjá Føroya Tele umframt fjarskiftiskaðalin Shefa 2 til at royndarkoyra eina spildurnýggja verkætlan við 5G fjarskiftistøkni, ið skal gera Orknoyggjar og aðrar útoyggjar í Skotlandi til førandi innan fyri fjarskifti. Og tað er her at føroysku royndirnar og vitanin koma inn í myndina.

Samstarv við BP

Tað er annars einki nýtt, at Føroya Tele veitir vørur og tænastur til stóra marknaðin í grannalagnum. Fyri nøkrum árum síðani tóku Føroya Tele og oljufelagið BP saman hendur og fóru undir samstarv, ið skuldi gera tað bæði lættari, bíligari og skjótari fyri BP at samskifta við oljupallarnar vestan fyri Hetland. Shefa 2 var svarið uppá framtíðar tørvin hjá hesum oljurisanum, sum síðani hevur ment samstarvið við føroysku fjarskiftisfyritøkuna. Í dag hevur Shefa 2 alstóran týdning fyri virksemið hjá BP eystan fyri føroyska markið og fylgir Føroya Tele eisini væl við gongdini í økinum, tá nýggir pallar verða tiknir í brúk og hava tørv á Shefa tøknini. Her er eftir øllum at døma ein marknaður í stórari menning.

Men aftur til Orknoyggjar og greinina í The Orcadian, nú hon botnar í tí sama, nevniliga hvussu til ber at menna fjarskifti og digitalu møguleikarnar annars við einum væl- og skjóttkoyrandi interneti við m.a. at brúka tænasturnar, sum FT og Shefa 2 kunnu veita. Shefa 2 kaðalin gongur nevniliga úr Føroyum til Hetlands og Orknoyggjar og víðari til Skotlands. Umframt at kunna veita tænastur til vaksandi oljuvinnuna á Atlantsmótinum, so kann hann eisini brúkast til at menna fjarskifti sum heild í oyggjabólkunum, og nýggjasta 5G verkætlanin, ið bretska stjórnin raðfestir so mikið høgt, at hon hevur valt at fíggja hana, verður helst skjótt veruleiki, nú Orknoyggjar eru valdar út til at vera eitt royndarstað. The Orcadian skrivar, at veruligt glið er komið á verkætlanina, har m.a. lokala fjarskiftisfelagið Cloudnet í Orknoyggjunum fer at hava tætt samstarv við Føroya Tele.

33 fyritøkur við

Umrødda 5G verkætlan hevur so mikið stóra undirtøku millum politikarar og myndugleikar, at hon vann kapping um at fáa lut í 250 mió. kr., sum eru ætlaðar til menningarætlanir í m.a. fjarskotnum økjum so sum oyggjunum norðan og vestan fyri Skotland. Politiski viljin er tann, at Bretland við hesi ætlan skal gerast eitt tað fremsta landið á 5G økinum. Og hetta skulu fyrst og fremst útjaðaraøkini hava gagn av.

Ein rúgva av fyritøkum, lærdum háskúlum og onnur eru við í verkætlanini umframt Føroya Tele, sum helst er einasta útlendska fyritøkan í hesi verkætlan. Millum feløgini eru so Cisco, sum skal hava yvirskipaða leiklutin. Eisini eru universitet við og er talan um einar 33 luttakarar tilsamans. Ein av luttakarunum er miðlafyritøkan BBC, sum sær stórar møguleikar fyri fjølmiðlan í einum 5G umhvørvi.

The Orcadian ger nógv burtur úr føroysku luttøkuni í hesi verkætlanini og endurgevur stjóran Jan Ziskasen, sum fegnast um at vera partur av projektinum og vísir til teirra drúgvu royndir við bæði 4G og 4,5G í Føroyum:

“Facing rural areas as an everyday challenge operating both 4G, 4,5G and subsea fibre networks, Shefa/Faroese Telecom is proud to take part bringing new communications standards to Orkney.”

Slóða fyri 5G í Bretlandi

Sí eisini tíðindaskriv frá Føroya Tele niðanfyri, sum var frammi í føroysku miðlunum seinast í mars mánaði:

“5G verkætlanin er ein av íalt seks verkætlanum, sum í harðari kapping við hinar verkætlanirnar hevur vunnið lut í eina pulju á 25 mió. £ frá bretsku stjórnini um at slóða fyri at seta 5G tøkni í verk í Bretlandi.

Verkætlanin leggur dent á at veita 5G tøkni á ein øðrvísi hátt í einum útjaðaraøki, har tað kann vera avbjóðandi at veita nøktandi fartelefonsamband bæði til vinnu og privat. Millum annað verður kannað, hvussu frekvensøkir til fartelefon kunnu nýtast á skynsamari hátt, umframt at IoT-tøkni til landbúnað og laksaaling vera royndarkoyrd og 5G-tøkni verður nýtt til útvarp og sjónvarp.

Luttakarar í verkætlanini eru bæði frá fróðskaparsetrum og vinnuni. Navnframa fyritøkan Cisco hevur evstu ábyrgd av verkætlanini og aðrir luttakarar, umframt SHEFA, eru BBC, Agri-Epi, University of Stratchlyde, Pure Li-FI, Data Vita, CloudNet og Orkney Islands Counsil.

SHEFA er 100% dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og tað er í hesum felagnum, at alt sjókaðalvirksemið hjá Føroya Tele er miðsavnað. Sjókaðalin, sum verður partur av hesi verkætlanini, er SHEFA-2, sum knýtir Føroyar, Hetland, Skotland og Orknoyggjar saman.

Í fyrsta umfari er leikluturin hjá SHEFA at veita kapasitet frá einum datasentri í Glasgow til støðina hjá SHEFA í Ayre of Cara á Orknoyggjum, har SHEFA eisini bjóðar samhýsing av útgerð til verkætlanina.

-Tilknýtið hjá SHEFA til hesa sera spennandi verkætlan er komið í lag við okkara samstarvspartnara CloudNet IT-solutions á Orknoyggjum, og okkara vón er, at hetta samstarvið eisini kann slóða fyri samstarvi við nøkur av hinum feløgunum, ið eru við í verkætlanini, og harumframt møguleikanum at gera 4G/5G installatiónir á Orknoyggjum, sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri á SHEFA og FT Net.

Hjá Cisco eru tey eisini fegin um verkætlanina og luttøkuna hjá SHEFA. Stephen Speirs, sum er partur av leiðslutoyminum hjá Cisco fyri Advanced Services Product, skrivar á heimasíðuni hjá Cisco, at SHEFA er ein serliga áhugaverdur samstarvspartnari, sum kemur við stórum fjølbroytni, drúgvum royndum og møguleikum fyri víðari nýmenning til felagsskapin.

Nærri kunning um verkætlanina fæst á heimasíðuni hjá bretsku stjórnini og Cisco.”