Orkunýtslan í ES lægri enn í 1990


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.02.2017 - 12:06

Oljan >


Orkunýtslan í ES londunum í 2015 var munandi minni enn í 1990. Brutto orkunýtslan var í 2015 uppá 1. 626 millionir tons av olju og gassi sambært Eurostat. Hetta er 2,5% minni enn í 1990 og 11,6% minni enn í 2006, sum varð árið, tá nýtslan var í hæddini.

Fossil brennievni standa fyri nærum trimum fjórðingum av brúktu orkuni. ES er vorðið meira og meira bundið av innflutningi av olju og gassi, og í 2015 innflutti ES 73% av fossilu brennievnunum í mun til 53% í 1990. Svøríki er tað landið í ES, sum hevur lægstu nýtsluna av fossilumn brennievnum.