Folkeaksjonen oljefritt Lofoten, Vesterålen og Senja hevur í fleiri ár stríðst ímóti oljuvirksemi. Mynd: Folkeaksjonen

Oyggjasamfeløg ímóti oljuvirksemi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

29.12.2016 - 09:41

Oljan >

Mest umrødda umhvørvismál í norska kjakinum farnu árini er um oljuvirksemi kann setast í gongd vestanfyri Lofoten, Vesterålen og Senja. Økir sum eru kend fyri sínar ríku fiskabankar. Í avtaluni sum sitandi stjórnin hevur við stuðulsflokkarnar Vinstra og Kristiliga Fólkaflokkin stendur at einki oljuvirksemi skal byrja á hesum leiðum áðrenn 1. januar 2018. Val er til nýtt Stórting í september 2017.

Folkeaksjonen oljefritt Lofoten, Vesterålen og Senja hevur í fleiri ár stríðst ímóti oljuvirksemi, og tað sær út til at stuðulin veksur.

Næstan 50 prosent av teimum spurdu í eini kanning eru ímóti at leitast skal eftir olju uttanfyri norsku oyggjasamfeløgini Senja, Lofoten og Vesterålen.

Tað er Sentio sum hevur gjørt kanningina fyri blaðið Klassekampen, og hon vísur at 49,6 prosent av norðmonnum eru ímóti oljuvirksemi á leiðunum vestanfyri nevndu oyggjasamfeløg. 35,5 eru fyri virkseminum, meðan 15 prosent siga seg ikki at hava tikið støðu.

Flest ímóti finnast í Norður-Noregi, ar hesi oyggjasamfeløgini liggja. Har siga 56,9 prosent nei til oljuvirksemi. Tað eru líka nógv sum í Oslo, har fólk flest ikki ynskja at Noreg skal víðka um oljuvirksemi í økjum sum eru kend fyri at hava ríkar fiskabankar.

Tey sum eru mest jalig til oljuleiting eru tey sum búgva á norska vestaurlandinum, har sum millum annað oljubýurin Stavanger liggur. Har siga 38,5 prosent ja til oljuvirksemi vestanfyri Senja, Lofoten og Vesterålen. Men eisini á Stavanger-leiðini er meirluti móti oljuvirkseminum á hesum leiðum.

Tað er bara í Stjornarflokkunum Høgra og Framsóknarflokkinum at tað er meirluti fyri oljuvirkseminum.