Skipasmiðjan hjá Aibel í Haugesund, har nógvir føroyskir handverkarar hava arbeitt.

PAM Offhore Service: Øktur eftirspurningur eftir føroyskum elektrikarum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.06.2018 - 16:45

Oljan >

Eftir at hava verið í einum aldudali seinastu gott 2 árini tykjast nú glottar at verða fyri framman innan eftirspurningi av føroyskari arbeiðsmegi til norsku frálandsvinnuna. “Vit hava sokallaðar rammuavtalur við størstu norsku fyritøkurnar innan on- og offshore økið. Hesar fevna millum annað um Kværner, Westcon, Aibel og Aker Solutions. Vit eru javnan í samband við hesar fyritøkur og boða flest allar frá øktum eftirspurningi av føroyskari arbeiðsmegi “, sigur Mouritz Mohr, stjóri á PAM Offshore Service. Serliga er talan um arbeiðsmegi til Offshore – á oljupallum.

Sambært stjóranum er tað serligur eftirspurningur eftir elektrikarum, sum ger seg galdandi. Í fleiri førum er talan um at fáa føroyingar at byrja beinanvegin og í øðrum førum seinni í ár. “Tað einasta, sum krevst, er, at elektrikarin hevur DSB góðkenning. Og um elektrikarin ikki hevur hesa kunnu vit tosa nærri um, hvussu henda góðkenning kann fáast til vega”, endar Mouritz Mohr.

Pam søkir í løtuni eftir elektrikarum at arbeiða í Noregi, har tað arbeiða millum 100 og 200 fólk, alt eftir hvussu nógv arbeiði er. Nú bendir nógv á, at arbeiðsuppgávurnar bara vera fleiri og fleiri, hetta bæði orsakað av vaksandi oljuprísinum, og tí eftirspurningurin eftir olju veksur. Tørvur er á at útbyggja fleiri oljukeldur umframt at fara undir leiting eisini. 

Í morgun fór ein av mongu pallunum, sum verða bygdir á norskum skipasmiðjum, eitt nú við føroyskum Pam-fólki, av bakkastokki á skipasmiðjuni Aibel í Haugesund og verður í løtuni fluttur við heimsins størsta skipi á Johan Sverdrup feltið.