Rúni M. Hansen, nevndarformaður í P/F Tjaldur váttar, at Tjaldur hevur selt ein part í Faroe Petroleum.

P/F Tjaldur gjørt góða íløgu í Faroe Petroleum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.04.2018 - 10:40

Oljan >


Tað hendir nógv innan oljuídnaðin í løtuni. Oljuprísurin lækkaði sera nógv fyri nøkrum árum síðani, men er hækkaður nógv síðstu tíðina. Nógv virksemi er í gongd aftur, og nógv av teimum smærru feløgunum verða løgd saman, til tess at brynja seg til størri virksemi.

Norska oljufelagið, DNO, keypti mikudagin góð 15% í Faroe Petroleum, frá ísraelska felagnum Delek. Delek var stórsti eigari í Faroe Petroleum. Í gjár kunngjørdi DNO so, at felagið ynskti at keypa 10 prosent afturat í Faroe Petroleum, so teirra ognarlutur kom upp á 25%.

Í børsfráboðan í gjár sæst eisini, at millum annað P/F Tjaldur hevur selt ein part í Faroe Petroleum.

Norska Finansavisen,sum javnan viðger, hvat rørist á partafelagsmarknaðinum,  upplýsti í fjør, at føroyska felagið Tjaldur hevði keypt ein stóran ognarlut í Faroe Petroleum, meðan oljuprísurin var lágur, og kursurin á Faroe Petroleum tískil var lágur. Tjaldur var millum seks teir størstu eigararnar í felagnum.

Finansavisen metti í septembur í fjør, tá kursurin á Faroe Petroleum var 98, at samlaða virðið á partinum hjá Tjaldur tá var 115 milliónur norskar krónur, og at Tjaldur kom inn í felagið, tá virðið var væl lægri enn tað. Finansavisen heldur, at Tjaldur kom inn, tá kursurin var umleið 70. Norskir fjølmiðlar siga, at DNO nú hevur keypt partin hjá Tjaldur fyri kurs 125, sum svarar til umleið 140 milliónir norskar krónur fyri partin hjá Tjaldur. Eftir hesum at døma, hevur Tjaldur tjent millum 30 og 50 milliónir norskar krónur av handlinum. Í øllum førum kann staðfestast, at Tjaldur hevur gjørt eina sera góða íløgu her.

Nevndarformaðurin í P/F Tjaldur, Rúni M. Hansen, ynskir ikki at gera viðmerkingar til prísin, men váttar tó, at Tjaldur hevur selt ein part í Faroe Petroleum.