Jon Erik Reinhardsen, sum nú verður oddamaður í norska orkurisanum Statoil, er eisini kendur í føroyska frálandsumhvørvinum sum stjóri í PGS, ið Thor hevur tætt samstarv við.

PGS stjóri nýggjur nevndarformaður í Statoil


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

31.05.2017 - 12:21

Oljan >


Tað verður eftir øllum at døma fráfarandi stjórin í seismikkfelagnum, PGS, Jon Erik Reinhardsen, sum verður nýggjur nevndarformaður í Statoil, størstu fyritøkuni í Norra og størstu orkufyritøkuni í Norðurlondum. Føroyska frálandsfyritøkan Thor hevur í nógv ár havt tætt samstarv við PGS og harvið eisini við skjótt komandi nevndarformannin í Statoil.

Núverandi nevndarformaðurin, Øystein Løseth, hevur sagt frá, at hann ynskir ikki afturval. Reinhardsen hevur verið stjóri í PGS, Petroleum Geo-Services síðani 2008. Áðrenn tað arbeiddi hann í eini aluminium fyritøku og hevur eisini havt ymisk størv í Aker Kværner. Hann er eisini nevndarlimur í Oceaneering, Borregaard, Telenor og Awilhelmsen. Tilráðingarnevndin sigur, at hon hevur skotið Reinhardsen upp til formann vegna sínar drúgvu  royndir í vinnuni og eisini altjóða royndirnar. 

Seismikkfyritøkan PGS er væl kend í Føroyum. Bæði tí at hon hevur staðið fyri fleiri seismiskum uppgávum á føroyska landgrunninum, umframt at føroyska Thor hevur tætt samstarv við fyritøkuna. M.a. hevur Thor langtíðar avtalur við PGS  vegna tey fýra nýggju hjálpar- og veitingarskipini, sum herfyri vórðu bygd í Turkalandi. Í løtuni skjýtur eitt av skipunum hjá PGS, Ramform Titan seismikk skamt frá føroyska markinum. Har er eitt av veitingarskipunum hjá Thor, Thor Assister hjálparskip. Sum oljan.fo skilur, so skjýtur PGS seismikk fyri bretsku stjórnina, sum skal brúka seismikkin at lata oljufeløgunum í sambandi við komandi 30. útbjóðingina á bretska landgrunninum.