Polarcus Naila er eitt av skipunum hjá Polarcus. Mynd: Polarcus

Polarcus hevur fingið seismikkavtalu í Kyrrahavinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

07.04.2017 - 12:41

Oljan >

Seismikkfyritøkan Polarcus hevur gjørt avtalu um at skjóta 3D-seismikk í asiatiska partinum av Kyrrahavinum. Hetta upplýsir fyritøkan í einum boðum í morgun.

Talan er um í fyrstu atløgu eina avtalu sum er í tveir mánaðir í heyst. Hvør kundin er, og hvønn pris talan er um verður ikki upplýst.

Marknaðurin fyri seismikkskipaflotan hevur í longri tið verið vánaligur, og tí eru slíkar avtalur vælkomnar hjá reiðarínum.