Poul Michelsen, landsstýrismaður í oljumálum, á oljumessu í London saman við Jarðfeingisfólkum, fv. Jana Ólavsdóttir, Óluva Eidesgaard, Barbara Biskopstø Hansen og Heri Ziska. Mynd Jan Müller

Poul Michelsen sannførdur um leiting eftir at hava hitt oljufeløg


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.12.2016 - 21:27

Oljan >

Tað var ein nøgdur og fegin Poul Michelsen, sum í farna mánað hitti umboð fyri umleið 20 altjóða oljufeløg á eini móttøku í London. Vælvitjaða móttøkan av fleiri av heimsins størstu oljufeløgum, sum snúði seg um komandi útbjóðingina á føroyska landgrunninum, var við til at sannføra landsstýrismannin í oljumálum um, at tað er rætt og skilagott at lata uppaftur fyri oljuleiting við Føroyar í 2017.

”Sjálvandi var tað gevandi fyri meg sum nýggjur landsstýrismaður í oljumálum at tosa við hesi mongu oljufólkini, nú ein útbjóðing stendur fyri framman. Men tær mestu og bestu vónirnar havi eg tó fingið frá Jarðfeingi og fólkunum, sum arbeiða har. Tey hava við sínum fakliga og professionella arbeiði, ment eina fatan, sum er sera sannførandi. Hinvegin er tað eisini gott sjálvur at kunna hitta og tosa við fólk, sum arbeiða hjá útlendskum oljufeløgum. Tað var tí sera áhugavert at hoyra beinleiðis frá teimum um teirra hugsan um m.a. tíðspunktið fyri komandi útbjóðing. Onkur helt tað ikki vera røttu løtuna at bjóða út, meðan fleiri teirra, ja tey flestu av teimum hildu hetta vera júst rætta tíðspunktið fyri eini útbjóðing í Føroyum.”

Hitti umboð fyri stór oljufeløg
Poul Michelsen, sum vegna Uttanríkis- og Vinnumálaráðið var vertur umborð á snotuligum móttøkuskipi við Thames ánna, bar fram røðu, eftir at føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen, hevði boðið vælkomin. Eftir røðuna hevði Heri Ziska frá Jarðfeingi eina framløgu, har hann greiddi frá um komandi útbjóðingina og mongu spennandi møguleikunum hon hevur við sær.

Landsstýrismaðurin hevði so eisini høvi at hitta umboð fyri ymsu oljufeløgini, teirra millum Total, ENI, BP, Repsol og CnoocNexen fyri bert at nevna nøkur teirra.

”Fyri meg sum nýggjur á hesum økinum var tað áhugavert at hoyra tað tey høvdu at bera fram. Tú beit merki í, at strategiirnar hjá feløgunum eru sera ymiskar. Summar eru her og nú, meðan onnur feløg hava lagt seg eftir eini longri strategi fyri, hvat tey ætla í framtíðini.”

Poul Michelsen helt seg eisini kunna merkja, at vinnan er komin fyri seg aftur, eftir avleiðingarnar av brátt lækkandi oljuprísunum.

”Hon hevur megnað at rationalisera virksemið og fingið framleiðslukostnaðin niður, fólkini arbeiða meira entusiastiskt, og tú merkir heldur ikki til ta somu grátigheit, sum fyrr hevur merkt hesa vinnu. So samanumtikið merkti eg á prátinum við hesi mongu oljufólkini, at vinnan er við at koma fyri seg aftur og hevur fingið eitt betri fótafesti at standa á. Og tað er sjálvandi eisini ein týðandi fortreyt fyri at fáa eina væleydnaða føroyska útbjóðing.”

Landsstýrismaðurin heldur eisini, at umstøðurnar kring móttøkuna umborð á einum stásiligum skipi við Thames ánna, vóru sera góðar og tæntu avgjørt okkara góðu søk.

”Hetta varð eitt ómetaliga gott høvi hjá mær at hitta fólk, sum arbeiða í hesi vinnuni, heldur enn at skula vitja eina stóra oljumessu við túsundtals fólkum.”

Ein gevandi túrur
Poul Michelsen: ”Tað var forkunnugt at kunna møta fólki, sum meta um forsøgnir og nýggj data og so hava Føroyar við í sínum framtíðar leitiætlanum. Tað var sannførandi at hoyra tey tosa um Føroyar sum framtíðar oljutjóð, og her vóru spurningar á lofti um, hvussu tað fer at eydnast at koma gjøgnum basaltið ol. Eg haldi ikki nakar ivaðist í, at olja og gass eru í føroysku undirgrundini. Spurningurin er bara, hvussu man kemur ígjøgnum basaltið á rætta hátt. Tøknin mennist við rúkandi ferð, so fyrr ella seinni fer hetta ikki at vera nakar trupulleiki longur, helt ein av oljuserfrøðingunum fyri.”

Fyri nýggja landsstýrismannin í oljumálum var London-ferðin avgjørt ein gevandi túrur og eisini sum landsstýrismann í vinnumálum, har hansara egna fyritøka eisini hevur verið partur av tilgongdini sum veitari til oljuvinnuna.

Hóast olja og gass enn ikki eru funnin í rakstrarverdum nøgdum í Føroyum, so heldur Poul Michelsen kortini, at royndirnar higartil og ikki mist okkara stóra luttøka í altjóða oljuvinnu, har tað í dag arbeiða fleiri enn 1000 føroyingar, koma okkum til góðar, tá vit umrøða framtíðar leiting her um leiðir við altjóða oljufeløg.

”At vit eru so virkin og fylgja við, bæði vinnuliga og politiskt, er ein stórur fyrimunur fyri okkum sjálvi og eisini fyri útlendsku vinnuna, sum vónandi vil gera íløgur her. Men at vit eisini eru luttakari í altjóða oljuvinnuni haldi eg er av stórum týdningi, antin vit so finna olju ella ikki. Tað er altíð gott at hava fleiri bein at standa á. Tær íløgur vit sjálvi gera sum veitarar í hesa vinnu, antin tað er fyri at finna okkara egnu olju ella tað er fyri at vera partur av hesi vinnu uttanlands eisini, tæna somu søk. So tá fakligheitin og vitanin fylgja við í hesi gongdini, verða avgerðirnar eisini meira og betri grundaðar.”

Álit á Jarðfeingi
Landsstýrismaðurin í oljumálum, sum fyrst og fremst byggir sína vitan og hugsan á ta kunning hann við fleiri høvi hevur fingið við at samskifta við fólkini á Jarðfeingi, sigur seg vera væl nøgdan við gongdina higartil.

”Nú eri eg nokkso nýggjur í hesum, men eg má ærliga viðganga, at tey fólkini, sum eg havi havt høvi til at samskifta við hjá Jarðfeingi, og sum stýra hesi gongdini at fáa eina væleydnaða oljuleiting í gongd aftur, virka sera entusiastisk og vitandi og hava rætta hugburðin til hetta fyri Føroyar týdningarmikla málið. Fyri meg er tað ein frægd at arbeiða saman við hesum fólkunum. Tey trúgva uppá tað tey gera, og eg eri vísir í, at fyrr ella seinni fara vit eisini at fáa stórt gagn at hesum arbeiðinum. Tað vit í dag brúka uppá hetta arbeiðið er bert ein brøkpartur av tí vinningi vit sum samfelag kunnu fáa burtur úr í longdini. So eg vil fegin eisini vera við til at uppraðfesta tað. Her hugsi eg bæði um ta vitan, sum vit fáa um okkara egna landgrunn og undirgrund, umframt at vit arbeiða saman við royndum fakfólki í øðrum londum at menna vitanina um okkara egna land. Vit býta um data, fáa inn nýggj data, læra at lesa data betri - alt nakað, sum hevur stóran týdning. So eg eri imponeraður av hesum arbeiðinum. At vit hava góð fólk á Jarðfeingi, upplivdu vit eisini á stóru Petex messuni í London herfyri. Og tað kendi tú eisini millum útlendsku oljufólkini á móttøkuni í London, har virðingin fyri okkara egnu fakfólkum var stór. Slíka virðing fær tú bara, tá tú hevur við professionell fólk at gera.”

Landsstýrismaðurin kennir seg eisini væl kunnaðan á øllum økjum, sum viðvíkja komandi leiting og gransking á stovninum annars. Tað ger eisini, at hann fær fylgt betri við gongdini og fær gjørt sítt til, at hon fer rætta vegin. Og tí dylur Poul Michelsen heldur ikki fyri, at hann saman við tí politisku skipanini annars fer at gera alt tað hann er mentur fyri, at føroyska oljan og gassið, sum helst liggur fjalt onkunstaðni í undirgrundini, verða funnin ein dag í framtíðini.

Nú sær hann fram til stóru FIEC-ráðstevnuna í Føroyum næsta ár, tá hann sum landsstýrismaður í oljumálum alment fer at lata upp fyri 4. útbjóðingini á føroyska landgrunninum.