Vladimir Putin vann ein diplomatiskan sigur í samband við OPEC-fundin. Mynd: EPA

Putin fekk OPEC-londini til at semjast


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

04.12.2016 - 00:43

Oljan >

Tað vóru russiskir diplomatar sum stóðu aftanfyri søgligu OPEC-semjuna, vil tíðindastovan Reuters vera við. Tíðindastovan hevur tosa við fleiri keldur kenna til samráðingartilgongdina.

Mikudagin samdust OPEC-londini um at minkað um dagligu oljuframleiðsluna til 32,5 milliónir føt. Sambært Reuters høvdu russiskir diplomatar og Vladimir Putin forseti ein týðandi leiklut tá roynast skuldi at finna eina semju millum Saudi Arabia og Iran. Tey tvey OPEC-londini sum standa longst frá hvør øðrum.

Samrøður millum Putin, Mohammed bin Samlan varakrúnprins í Saudi Arabia, ovasta leiðaran í Iran Ayatollah Ali Khamenei og forsetan Hassan Rouhani, vóru tær sum at enda góvu úrslit, og semjan kundi undirskrivast, skrivar Reuters.

Putin og Samlan hittust í september í samband við G20-fundin. Á fundinum samdust teir um at bæði londini høvdu brúk fyri einum hægri oljuprísi, og teir valdu at leggja aðrar ósemjur, sum til dømis um kríggi í Sýrialandi, til síðus.

Partarnir skulu hava funnið eina semju har Saudi Arabia skuldi minka mest um oljuframleiðsluna, samstundis sum Iran slapp at framleiða meir. Fyri at hetta skuldi lata seg gera samdust partarnir um at Iran ikki skuldi fara út og breggja sær av at hava vunnið ein sigur í OPEC. Iranski oljumálaráðharrin, Bijan Zanganeh, ið er kendur fyri at vilja práta við miðlafólk, helt seg kúrran aftaná fundin mikudagin, og helt seg burtur frá miðlafólkunum.

Eitt av ivamálunum hevur verið um Russland vil góðtaka at minka um sína oljuframleiðslu. Russland góðtók eina minking uppá 300.000 føt um dagin. Hetta verður álíkavæl ikki mett sum nakað stórt offur fyri Putin og Russland. Siðani i summar hevur Russland nevniliga økt um sina dagligu oljuframleiðslu við 520.000 føtum.