Putin: Rusland nøgt við oljuprís uppá 60 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.05.2018 - 13:45

Oljan >


Putin forseti í Ruslandi sigur seg vera nøgdan við einum framtíðar oljuprísi uppá 60 dollarar. Hetta sigur hann um somu tíð, sum Rusland og Saudi Arabi hava kunngjørt, at tey ætla at økja um oljuframleiðsluna í 3. ársfjóðringi. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB. Prísurin á ráolju fall við 2 prosentum á altjóða marknaðunum, eftir úttalilsi frá teimum báðum oljuráðharrunum, og seint hósdagin var oljuprísurin góðar 76 dollarar fyri tunnuna.

”Vit høvdu verið nøgdir, um oljuprísurin kom niður á 60 dollarar, tí ein hægri oljuprísur fer bara at ganga út yvir brúkararnar,” sigur Putin.

Ì farnu viku rakk oljuprísurin 80 dollara markinum, sum er tað hægsta síðani 2014, tá prísurin kavaði.

Oljuprísurin fall nógv í 2014. Hann hevði annars eitt skifti verið 115 dollarar, til hann í 2016 fall niður á 30 dollarar.

Ein avleiðing av tí var ein avgerð í Opec saman við Ruslandi um at avmarka framleiðsluna fyri at fáa prísin at vaksa aftur. Tað hevur so eydnast sera væl, ja so mikið væl, at eygleiðarar hava tosað um, at prísurin fór møguliga at fara upp um 100 dollarar. Tað verður neyvan støðan, um Rusland og Saudi Arabia gera álvara av at økja um framleiðsluna aftur. Aftrat hesum skal havast í huga, hvussu gongdin verður í USA við skiferoljuframleiðlsuni, og síðani eisini spurninginum um ófrið og ótryggleika í Miðeystri umframt lækkandi framleiðsluna í Venezuela.