Vladimir Putin skal hava sagt nei til at minka um russisku oljuframleiðsluna. Mynd: EPA

Putin vil ikki minka um oljuframleiðsluna


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

27.11.2016 - 12:48

Oljan >

OPEC hevur leingi roynt at fáa Russland at vera við í eini roynd at minka um heimsins oljuframleiðslu, fyri at minka um goymslurnar og at fáa oljuprísin at hækka aftur. OPEC-londini hittast mikudagin til sín fasta fund.

Men sambært Bloomberg, so vil Russland ikki minka um sína framleiðslu, hóast OPEC hevur lagt trýst á Russland.

Russland skal bara vera áhuga í at frysta framleiðsluna á dagsins støði.