West Hercules á Skálafjørðinum góðum trimum árum síðani.

”Føroyapallur” bora á Atlantsmótinum og síðani í Barentshavið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.02.2018 - 19:47

Oljan >

Neyvan hevur ein boripallur fingið so nógva umrøðu í Føroyum sum ”West Hercules”. Higani stavar eisini vendingin ”Føroyapallurin”. Hann varð brúktur at bora seinasta brunnin á føroyska landgrunninum, Súlan Stelkur, í 2014. Aftaná boringina varð avtala gjørd um, at West Hercules skuldi liggja fyri akkeri á Skálafjørðinum í góðan mánað fyri at verða umvældur og klárgjørdur at fara víðari til Eysturkanada at arbeiða í kalda umhvørvinum har. Nú eru so aftur boð eftir pallinum, og aftur hesaferð er talan um kalda umhvørvið í Barentshavinum. Pallurin verður nevniliga mettur at vera vælegnaður til at arbeiða í køldum økjum. Her kemur so umvælingararbeiðið, sum varð gjørt av føroyskum handverkarum í 2014, væl við. 

Har skal West Hercules bora fyrst tveir brunnar fyri Statoil og síðani møguliga 5 aftrat. Hetta er partur av ætlaðu leitiboriverkætlanini hjá Statoil í Barentshavinum. Hóast boriúrslitini hjá felagnum nettupp í Barentshavinum og Arktis í fjør ikki vóru av teimum bestu, so hevur felagið kortini gjørt av at halda fram við boringunum, tí tað metir framvegis Barentshavið goyma stórar nøgdir av bæði olju og gassi.

West Hercules fer kortini at vera virkin um okkara leiðir fyrr í ár, tvs. áðrenn hann í summar leggur leiðina norðureftir. Oljufelagið Siccar Point Energy hevur leigað pallin til at bora eina brunn á Cambo oljukelduni skamt frá føroyska markinum umleið 1. apríl. Eftir tað fer pallurin nakað longur norður á bretska landgrunninum at bora leitibrunn fyri oljufelagið Ineos á Lyon gassleitimiðinum, eisini stutt frá føroyska markinum.

Nær og um West Hercules fer at koma aftur á Føroyaleiðirnar at bora er óvist. Men hann telist so millum teir pallarnar, sum er væl egnaður at bora í føroyskum øki eisini. Tað vil so tíðin vísa. 17. februar letur 4. útbjóðing á føroyska landgrunninum aftur. Áhugavert verður tá at fylgja við, um og hvørji oljufeløg hava søkt um leitiloyvi, og um tey eisini hava ítøkiligar ætlanir um at bora brunnar komandi árini.

Kelda: Statoil