Halifax oljufundið liggur í sokallaða "Lancaster stórøkinum" sunnan fyri oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven, sum aftur liggja skamt frá føroyska markinum.

Risastórt oljufund millum Hetland og Føroyar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

27.03.2017 - 18:14

Oljan >


Bretska oljufelagið Hurricane Energy sigur seg hava gjørt enn eitt stórt oljufund í økinum millum Hetland og føroyska markið. Talan er um Halifax feltið, sum liggur í einum nýggjum oljuøki sunnan fyri stóru oljukelduna Schiehallion vestan fyri Hetland. Oljan.fo hevur umrøtt hetta økið nú í eina tíð, og er boringin á Halifax leitimiðinum enn eitt fund, sum ger alt samlaða og sokallaða ”Lancaster stórøkið” til nakað heilt serligt og verður sagt, at talan er um størsta fund, sum ikki enn er útbygd, ið er funnið á bretska landgrunninum. Bretskir miðlar brúka stórar yvirskriftir í dag so sum: "Breaking: Hurricane Energy prove Lancaster and Halifax are one structure, claims it is largest undeveloped discovery on the UKCS." 

Robert Trice, stjóri sigur, at hetta er ein sera stór løta fyri felagið, sum hevur arbeitt miðvíst við hesum í eina tíð. Fyribils analysur vísa, at sjálv oljukolonnan er ein kilometur tjúkk. 

Eingin ivi um, at hetta eisini eru góð tíðindi fyri Føroyar, tí tað gevur ábendingar um, at økið vestan fyri Hetland og næsti granni til Føroyaøkið, goymir stórar nøgdir av olju. Fleiri av oljufeløgunum, sum arbeiða á Atlantsmótinum og sum eisini hava verið partur av føroysku leitingini, eitt nú Dong og OMV, halda, at alt økið frá Hetlandi til Føroyar er ein samanhangandi oljuprovins. Herfyri fekk oljurisin Shell saman við BP fleiri nýggj leitiloyvi ikki so langt frá Halifax og tætt upp at føroyska markinum.