Rokna við at meðalprísurin á olju kemur uppá 65 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

27.12.2016 - 11:04

Oljan >

Tveir av norsku oljugreinarunum sum kenna oljuvinnuna best - og sum hava rakt betri við sínum metingum enn nógv onnur - Tord Lien og Torbjørn Kjus, rokna við at oljuprísurin emur at hækka munandi í 2017, og teir siga at meðalprísurin í 2017 kemur at liggja um 65 dollarar fyri fatið av Brent-oljuni. Í ár hevur meðalprísurin verið um 45 dollarar fyri fatið. Hetta skrivar Finansavisen. Í sama blað sigur ein annar greinari, Berge Gerdt Larssen at oljuprísurin kemur at liggja um 50 dollarar í meðal í 2017.

Í morgun kostar eitt fat av Brent-oljuni 55,27 dollarar.