Rokna við einum oljuprísi uppá 65 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

13.09.2017 - 12:13

Oljan >


Metingar og gitingar um framtíðar oljuprís eru sum vera man rættiliga ymiskar. Nú vil heimsins størsti ”hedgegrunnur”, Brigdewater Associates, vera við, at oljuprísurin komandi tvey árini fer at hækka til 65 dollarar fyri tunnuna. Hetta skrivar Dagens Næringsliv. Ì greinini verður víst til Bloomberg fyritøkuna, sum verður mett at vera ein av teimum mest álítandi, tá tað um oljuprís ræður. Henda metingin sampakkar við fleiri aðrar eitt nú hana hjá oljuanalytikaranum hjá Den Norske Bank, sum sigur, at prísurin fer at vera um 65 dollarar ár 2020. Ein orsøkin til vaksandi oljuprísin er m.a. minkandi tal av boripallum í USA. Í løtuni er oljuprísurin góðar 54 dollarar.

OPEC, felagsskapurin av oljuútflytaralondum roknar við nakað størri eftirspurningi komandi ár samanborið við undanfarin ár. Mett verður at altjóða eftirspurningurin eftir olju fer at vera 98,29 mill. tunnur um dagin. Fyrr hevur hann verið mettur at liggja um 97,77 mill. Tunnur. Opec sær fyri sær størri eftirspurning longu í hesum árinum. Við endan av 2018 væntar Opec, at eftirspurningurin fer at liggja um 99,30 mill. tunnur