Rosebank oljuútbygging nær føroyska markið aftur frammi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

08.01.2017 - 15:45

Oljan >

Hóast stóra oljukeldan Rosebank skamt frá føroyska markinum varð funnin fyri meira enn 10 árum síðani og fleiri ferðir hevur verið raðfest aftanfyri aðrar oljuútbyggingar kring heimin, so ”spøkir” henda áhugaverda verkætlan í grannalagnum framvegis.  Seinastu tíðindini frá amerikanska oljurisanum Chevron, sum verða endurgivin í skotska netblaðnum ”Energy Voice”, eru, at leiðslan í Chevron er nú aftur farin at hyggja við opnum eygum eftir einum spildurnýggjum framleiðsluskipi til Rosebank-kelduna.

Annars boðaði sama leiðsla herfyri suðurkoreansku skipasmiðjuni Huundai frá, at oljufelagið ynskti at uppsiga ein  sáttmála um at byggja eitt FPSO framleiðsluskip til Rosebank.

Nú er so aftur aðrir tónar at hoyra. Umboð fyri oljufelagið sigur, at tey helst skjótt aftur fara at biðja um eitt nýtt tilboð uppá eitt slíkt skip, sum so kann standa fyri framleiðsluni á hesi tí størstu og næstu oljukelduni við føroyska markið. Rosebank keldan varð funnin í 2004 og síðani tá hevur verið kannað, hvussu ein útbygging skilabest kann fara fram. Umframt Chevron so eru eisini OVM, Dong og Suncore Energy partur av loyvinum. Tó liggur OMV í samráðingum við oljufelagið Sicca Point um at selja sín part.

Tað er einki yvir at dylja, at júst henda útbygging hevur eisini stóran áhuga fyri føroyskar myndugleikar og veitingarvinnuna í Føroyum, tí hon liggur so tætt við markið og kann gerast týðandi infrastrukturur fyri føroysk oljufund í framtíðini eisini. Og ein útbygging so nær Føroyum kann so eisini hugsast at fáa týdning fyri føroyskar veitarar av ymsum slag. Meðan alt hetta hendir so fyrireika føroyingar seg til eina nýggja útbjóðing á føroyskum øki, eisini tætt við Rosebank.