Útbygging av Rosebank kann fáa týdning fyri aðrar útbyggingar av oljukeldum við føroyska markið, nevniliga Cambo, Suilven og Tornado

Rosebank útbygging livir framvegis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.06.2017 - 11:10

Oljan >


Stóra oljukeldan Rosebank tætt við føroyska markið varð funnin í 2004. Nú 13 ár seinni verður aftur tosað um útbygging. Tað er ikki óvanligt, at nógv ár kunnu ganga frá einum oljufundi til eina útbygging og framleiðslu. Og so er eisini við hesi áhugaverdu kelduni, hvørs olja er at finna i sjálvum basaltløgunum í undirgrundini og hevur hon tí eisini serstakan áhuga fyri føroyska oljuleiting, har møguleiki eisini er fyri at finna olju í ella undir basaltløgunum.

Fleiri útbyggingarætlanir eru gjørdar fyri Rosebank men eru lagdar á hillina vegna lágan oljuprís og tí tær rætt og slætt hava verið ov kostnaðarmiklar. Nú er tó aftur røringur í. Tað er nevniliga eydnast at minka munandi um útbyggingarkostnaðin. Chevron, sum er fyristøðufelag, hevur nú biðið um  tilboð frá fýra skipasmiðjum uppá eitt minni framleiðsluskip, FPSO, enn tað, sum higartil varð ætlað. Væntandi verður støða tikin til slíkt tilboð um nakrar mánaðir skrivar oljublaðið  Upstream. Um so er at endalig støða verður tikin til at byggja út oljukelduna, so verður hon tann framleiðslueindin vestan fyri Hetland, sum liggur næst føroyska markinum. Nakað, sum eisini kann fáa týdning fyri føroyska oljuleiting í framtíðini, tí slík útbygging fer at leggja støði undir nýggjum undirstøðukervi í økinum, sum aftur kann fáa týdning fyri alt grannaumhvørvið, eisini ta føroyska.

Hini feløgini, sum eru partur av Rosebank, eru Siccar Point Energy, Suncore Oil og Ineos.