Fleiri av loyvunum hjá DONG í bretskum øki liggja tætt upp at føroyska markinum, so framtíðar eigarin av olju- og gassvirkseminum hjá DONG hevur eisini áhuga í Føroyum, nú útbjóðing verður latin upp

Russiskur milliarderur vil keypa olju- og gassdeild hjá Dong


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.04.2017 - 13:50

Oljan >


Russiski multimilliarderurin Mikhail Fridman ætlar at keypa olju- og gasspartin hjá danska orkufelagnum DONG. Hetta skriva danskir miðlar. Umvegis sítt orkufelag DEA hevur hann longu bjóðað uppá henda partin av DONG. Sagt verður, at boðið er so mikið stórt, at tað av álvara leggur trýst á aðrar keyparar so sum Maersk Oil, ið leingi hevur staðið sum møguligur keypari.

Børsen skrivar, at russarin hevur lagt inn sera høgt boð og kemur hetta eitt sindur óvart á aðrar keyparar. Men hóast hann t.d. skal hava bjóðað 25% meira enn aðrir keyparar, so er tað óvist, um hann fær loyvi at keypa. Ikki minst vegna hansara fortíð sum russiskur oligarkur. Herfyri royndi hann at keypa upp eitt bretskt oljufelag, men stjórnin legði uppí og noktaði søluni. 

Sølan av hesum partinum av DONG hevur helst eisini áhuga í Føroyum, nú felagið eigur loyvi og fund, sum liggja beint upp at føroyska markinum.