Russland og Opec samd um at longja oljuloft


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.11.2017 - 15:24

Oljan >

Russland og Opec eru vorðin samd um at longja oljuloftið, sum varð ásett í 2016. Tá varð avtala gjørd um at lækka oljuframleiðsluna við 1,8 mió. tunnum um dagin fyri at gagna oljuprísinum.

Sambært tíðindastovuni Bloomberg hava Russland og Opec gjørt av at gera nýggja leiðreglur fyri at kunna halda fram við framleiðsluloftinum, ið higartil hevur víst seg at virka eftir ætlan, tvs. at varðveita oljuprísin ella fáa hann at hækka. Tað, sum liggur í kortunum, er at víðka framleiðsluloftið heilt fram til 2019. Enn eru tó ikki allar súður syftar.

Ymsir smálutir í avtaluni skulu fyrst uppá pláss. Øll eygu er nú vend móti tí sera týðandi Opec-fundinum í Wien hósdagin í komandi viku.

Vónirnar til eina semju millum Opec og Russland hava verið við til at varðveita ein rættiliga høgan oljuprís uppá umleið 63 dollarar fyri tunnuna. Tó lúrir alla tíðina óttin fyri, at amerikanskir skifurframleiðarar fara at gera sær dælt av Opec-avtaluni og økja um sína framleiðslu, sum so aftur kann fáa oljuprísin at lækka.

Framvegis hava kreppur kring heimin og óttin fyri kríggi í Miðeystri millum Iran og Saudiarabia havt við sær eina óvissu, sum aftur hevur ávirkað oljuprísin.