Russland og Saudi Arabia semjast um at longja framleiðsluloft


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.05.2017 - 12:17

Oljan >


Tveir av heimsins størstu oljuframleiðarum, Russland og Saudi Arabia, eru vorðin samd um at longja avtalu um framleiðsluloft í sambandi við oljuframleiðslu fram til mars 2018. Hetta upplýsa oljuráðharrarnir í teimum báðum londunum fyri Reuters. Núverandi avtalan millum Opec og so Russland um at fastfrysta framleiðsluna frá november í fjør gongur út í summar. Men londini hava avtalað at møtast aftur 25. Mai at taka støðu til at endurnýggja avtaluna. Endamálið við at avmarka framleiðsluna er at tryggja støðugar og hægri oljuprísir við at minka um oljugroymslurnar í heiminum.

Khalid al-Falih, sum er oljuráðharri í Saudi Arabia og russiski oljuráðharrain Aleksander Novak, siga í eini felags frágreiðing, at tey bæði londini fara at mæla øðrum londum at longja avtaluna. Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Tað var í fjør, at londini í Opec og 11 lond uttan fyri Opec samdust um at skerja oljuframleiðsluna frá 2017 við 1,8 mill. tunnum um dagin. Oljan hjá hesum londum hevur tó fingið stóra kapping frá amerikonsku skiferoljuni, sum hevur verið við til at økja um goymslurnar og harvið at fáa prísin at lækka. Nú vóna Opec og hini londini, at ein avgerð um at halda fram við at skerja framleiðsluna kann mótvirka tiltøkini hjá USA og harvið varðveita oljuprísin.