Kaj Leo Johannesen, framsøgumaður Sambandsfloksins helt tað vera rætt at fara undir aftur leiting á landgrunninum. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Sambandsflokkurin jaligur til nýggja oljuleiting


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.03.2017 - 16:59

Oljan >


”Eg eri optimistur, og eg ivist ikki í, at tað finst kolvetni undir botninum á tí føroyska landgrunninum. Tað er tí rætt at bjóða økið út aftur nú og marknaðarføra tað. Eg síggi nú í miðlunum, at fólk frá Jarðeingi hava verið á messu í London, har umboð fyri oljufueløg vísa áhuga fyri økinum. Sjálvur haldi eg eisini, at tað er at velja tey øki at bjóða út, sum man metir man hevur mest vitan um,” segði framsøgumaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, tá nýggj oljuútbjóðing var til 1. viðgerð á løgtingi.

Læra av norðmonnum

Kaj Leo Johannesen segði seg hava fylgt væl við oljutilgongdini og helt, at vit hava megnað hana væl. Hann vísti til samrøðu hann hevði havt við fyrsta stjóran hjá Statoil fyri nøkrum árum síðani, sum greiddi frá søguni hjá norsku oljuni.

”Tá man ætlaði at gevast at leita so vórðu pengar kortini settir av til at bora enn ein brunn. Fyrrverandi Statoilstjórin segði mær, at hann vildi hava feløgini at bora longur niður, og júst tað broytti Norra fyri altíð.” Við hesi útsøgnini vildi sambandstingmaðurin bara vísa til, at heldur ikki vit eiga at gevast í hálvum gekki, nú einki rakstarverdugt fund er gjørt eftir fleiri boringar.

Nógvir føroyingar í oljuvinnu

Kaj Leo Johannesen helt annars, at vit føroyingar eru í teirri hepnu støðu, at vit í dag hava ment eina oljuveitingarvinnu og fingið nógv væl skikkað fólk, sum hava stóra vitan og royndir innan oljuvinnuna. Hesi kunnu eisini hava stóran týdning fyri framtíðar oljutilgongdina.

”Øll vitanin, sum føroyingar hava um oljuna, er sera áhugaverd. Vit hava kanska meira enn 1000 fólk, sum arbeiða innan oljuvinnuna, hóast vit onga olju hava funnið enn. Og hetta er einastanandi. Bara tað virksemi, sum hevur verið, hevur skapt eina rúgvu av arbeiðsplássum. Nógvir føroyingar arbeiða í dag innan oljuvinnu í útlondum. Eisini tað er eitt gott grundarlag fyri at fara undir aftur leiting her.”

Gott grundarlag

Kaj Leo Johannesen fegnaðist eisini um sjálva tilgongdina til oljuleting, hvussu væl alt lógargrundarlagið er orðað og helt hann fyri, at aðrar vinnur so sum fiskivinnan hava eisini nakað av læra av oljutilgongdini, hvussu væl skipanin við oljuleitingini er løgd til rættis.

”Eg lesi hetta uppskotið soleiðis, at vit hava eina kappingarføra skipan, tá vit samanbera okkum við onnur leitiøki.”

Kaj Leo mintist aftur á fyrstu árini við oljuleiting, har lunnar vórðu lagdir undir leitingina og sum gjørdu oljufeløgunum greitt, hvussu tey skuldu fyrihalda seg í tí føroyska samfelagnum, har tað varð gjørt teimum greitt, at umstøðurnar her vóru ikki tær somu sum nógva staðni í Afrika. Her vóru skipað viðurskifti, og vildu vit eisini hava oljufeløgini at brúka okkara tænastur.

Hann vísti síðani á Marjunfundið, sum varð gjørt í 2001 men sum ikki var rakstrarverdugt tá.

Leita og tú skal finna

”Nú frætta vit um, at fólkini á Jarðfeingi hava fingið til vega nýggjar dátur, sum kanska kunnu vísa, hvar oljan er. Tað kann tí bara vera rætt at seta borin í aftur undirgrundina.2

Kaj Leo Johannesen helt tað eisini hava stóran týdning at hava fingið vissu fyri, at leitingin ikki órógvar okkara fiskivinnu nevnivert, og tað er at gleðast um helt hann.

”Alt í alt er Sambandsflokkurin positivur yvirfyri einum nýggjum leitingarumfari. Vit ynskja landsstýrismanninum alt tað besta og vóni eg, at vit fara at finna olju innan fyri ikki ov langa tíð. Leita og tú skal finna.”