Saudi Arabia lovar at oljuframleiðslan skal minka enn meir


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

11.12.2016 - 18:42

Oljan >

Tíðindini um at heimsins oljuframleiðsla skal minka hevur fingið oljuprísin at hækka. Tað var eisini ætlanin við at fáa framleivsluna niður.

Tað hevur tó verið sáddur ivi um OPEC-londini fara at halda avtaluna. Nú eru eygleiðarar farnir at trúgva uppá at minkingin veruliga kemur. Fyrst komu tíðindini ígjár um at OPEC og oljuframleiðandi londini sum ikki eru limir í OPEC, sum onkur kallar NOPEC, tey eru samd um at NOPEC-londini skulu minka sína framleiðsluna.

Í dag veit Bloomberg News at diga at Saudia Arabia hevur lovað at nú avtalan við NOPEC-londini er komin uppá pláss, so kunnu tey lova at minkingin frá fyrsta 1. januar verður enn meir enn tað semjan í OPEC sigur.