Reyðu økini eru nýggju oljuleiðirnar vestan fyri Hetland. Føroyska markið sæst vestanfyri. Bláu oljuleiðirnar eru keldur, ið framleiða í dag. Vert er at bíta merki í, hvussu tætt uppá føroyska markið alt hetta virksemið er.

Savna pening til stóra oljuútbygging eystan fyri føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.07.2017 - 13:34

Oljan >

Um somu tíð sum Føroyar royna at rudda slóð fyri útlendskum oljufeløgum at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so royna oljufeløg, sum arbeiða  í bretskum øki hinumegin markið at fáa íleggjarar at seta pening í útbygging av einum risastórum oljufundi skamt frá markinum. Talan er um oljufelagið Hurricane Energy, sum hevur funnið nakrar stórar oljukeldur vestan fyri Hetland. Brunnar, sum vórðu boraði fyrr í ár í økinum, vísa, at talan er um eitt stórt nýtt oljuøki, kallað Greater Lancaster Area, ið liggur har suðuri miðskeiðis millum føroyska markið og Hetland og nærhendis kendum oljuleiðum so sum Schiehallion og Solan. 

Øll leiðin er mett at goyma meira enn 2 mia. tunnur av olju og snýr tað sum um fleiri sjálvstøðugar keldur, Lancaster, Lincoln, Halifax, Whirlewind og Warvick. Talan er um eitt nýtt slag av oljumiðjum, har oljan verður tikin upp úr sjálvum grundfjallinum og verður nevnt ”fractured basement”. Ætlanin er at útvega 3,5 til 4 mia. kr. til eitt fyrsta byggistig, sum skal vera klárt at taka í brúk um tvey ár í 2019. Higartil stendur Hurricane Energy einsamalt fyri útbyggingini, men tað ljóðar, at okkurt stórt oljufelag møguliga fer at keypa seg inn í loyvini. Ætlanin er í byrjanini at framleiða 17.000 tunnur um dagin, men sum frálíður verður framleiðslan nógv størri. Ætlanin er at leiga eitt framleiðsluskip, FPSO til oljuleiðinina. Talan er um Aoka Mizu, sum fyrr hevur arbeitt á Blackbird og Ettrick leiðunum, ið føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum var partur av. 

Umrødda útbygging verður mett at fáa stóran týdning fyri bretska oljuvinnu og ikki minst fyri framtíðina hjá økinum vestan fyri Hetland, eisini kallað Atlantsmótið. Fyri føroyska oljuleiting og seinni møguliga framleiðslu kann henda útbygging eisini fáa týdning, tí hon merkir, at undirstøðukervið, sum er so týdningarmikið í nýggjum fjarskotnum økjum, verður ment.