Seinasta flótandi oljuhotellið rýmir úr Lerwick


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.06.2017 - 19:30

Oljan >


Nú í mong ár hava flótandi hotellskip verið partur av býarmyndini í hetlendska høvuðsstaðnum Lerwick. Tað er nú søga. Nú um dagarnar fór seinasta av flótandi hotellskipunum frá bryggju við kós móti Bornholm, har tað hevur fingið nýggjar uppgávur. Við hesum er tann stóra útbyggingin av oljufundum vestan fyri Hetland og útbyggingin av Sullom Voe terminalinum á landi í Hetlandi liðug. Og við hesum er eitt sermerkt tíðarskeið í hetlendskari oljusøgu av. Eitt skifti vóru túsundtals útlendsk oljufólk í Hetlandi fyri at byggja út ymsu oljuinstallatiónirnar so sum Laggan Tormore og Sullom Voe. Tí var eisini tørvur á gistingarplássum í stórum tali og neyðugt var at innflyta fleiri útlendsk flótandi hotellskip. Bibby Stockholm var tað seinasta av hesum skipum at rýma. Fleiri av skipunum hava verið í Hetlandi í meira enn 5 ár. Hotellskipini hava lagt nógvar pengar eftir seg í havnakassanum í Lerwick sigur Sandra Laurenson, havnastjóri við Shetland Times.