Mynd: PATRIK STOLLARZ AFP (E24.no).

Semja á veðurlagsfundinum í Bonn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.11.2017 - 11:58

Oljan >

Seinastu tvær vikur hava umboð fyri øll heimsins lond luttikið á veðurlagsfundi í týska býnum Bonn, har tey hava umrøtt avtaluna, sum varð gjørd í París í 2015, og hava londini við hesum seinasta fundinum roynt at fylla út karmarnar frá París. Altjóða miðlar siga frá, at hóast tað ikki vórðu tiknar kollveltandi avgerðir, so vóru londini samd um, hvønn veg tey skulu fara fyri at minka uppaftur meira um útlátið av veðurlagsgassum, CO2. Londini eru samd um, at tey á komandi fundinum í Pólandi í 2018 skulu til at taka ítøkiligar avgerðir um, hvussu hvørt einstakt land eigur at handfara veðurlagsbroytingarnar. Málið hevur higartil verið at halda vøkstrinum av útlátinum undir 1,5 og 2 stig. Tiltøk frá fleiri londum og eisini búskaparlig afturgongd hava eisini medvirkað til, at vøksturin í útlátinum hevur verið minni, tó at tað eisini verður staðfest, at verða ikki størri stig tikin í næstu framtíð til at minka um vøksturin av útlátinum, so kann henda, at vøksturin fer at koma heilt uppá 3 stig, tá vit skriva ár 2100. Tá kann hetta hava sera álvarsligar avleiðingar við ódnum og vatnflóð.

Á fundinum í Pólandi komandi ár skulu londini gera ein regulbók, sum raðfestir uppfylging av Parísavtaluni. Bert eitt land í heiminum, USA, hevur sagt seg vera ímóti verandi Parísavtalu, hóast landið kortini hevur bundið seg til at halda hana í trý ár aftrat. Kortini vísir tað seg, at stórur partur av bæði politisku skipanini og vinnuni í heimsins størsta búskapi, USA, taka undir við tiltøkunum, sum øll heimsins lond hava bundið seg til. Umleið 200 lond eru partur av avtaluni.

”Trump-fyrisitingin megnaði ikki at steðga framgongdini í verðurlagssamráðingunum í Bonn,” sigur Jens Mattias Clausen frá Greenpeace við fronsku tíðindastovuna AFP. Hóast tað gongur rætta vegin, so er enn langt á mál, tí londini eru framvegis ikki samd í øllum lutum t.d. tá talan er um at skerja útlátið og fíggja hetta. Nakað av stríðnum er millum ríku ídnaðarlondini og tey størstu menningarlondini. Kortini verður mett, at man er komin eitt sindur longri í royndunum at røkka málinum um at skerja globalu upphitinina til 1,5 stig.

Stórur partur av fundinum í Bonn snúði seg um fossilu brennievnini, kol, olja og gass. Hvussu best ber til at minka um nýtsluna av hesum orkukeldum ella heilt gevast at brúka tey og fara til varandi orkukeldur sum vind- og sólorku ístaðin. Her royndi amerikanska Trumpfyrisitingin at marknaðarføra eitt nýtt slag av sokallaðum reinari koli. Hetta varð tó víst aftur av fleiri. Ójavnar meiningar eru eisini um, hvussu tey ymsu fossilu brennievnini eiga at raðfestast.

Tað eru tey, sum siga, at heimurin eigur at miðja ímóti heilt at gevast við at brúka kol, olju og gass. Tó er tað ein sannroynd, at hetta ber ikki til sum nú er og fer tað at taka drúgva tíð til bara at minka um brúkið av hesum orkukeldunum. Tað eru tí eisini tey lond, so sum Norra, ið siga, at gass er nógv reinari orkukelda enn t.d. kol. Og at man tú heldur enn at vilja beina fyri øllum teimum fossilu orkukeldunum, at at brúka fyrst og fremst gass og harnæst olju í einum sokallaðum orkumixi saman við varandi orkukeldum.

Hinvegin eru tað fleiri lond í heiminum, sum eru sera bundin av júst koli í teirra orkuframleiðslu. Ein orsøk til at CO2 útlátið vaks í fjør var eitt nú ovurstóra kolanýtslan í Kina. Hon var m.a. eitt úrslit av ógvusliga turkinum, sum minkaði um framleiðsluna av tí reinu vatnorkuni.

Framtíðin

Hóast stóri veðurlagsfundurin verður aftur í 2018, so hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, sum er ein av teimum, ið gongur á odda í stríðnum ímóti upphitingini av jørðini, longu kallað til fundar í París 12. desember. Hann hevur boðið 100 leiðarum úr øllum heiminum at luttaka á fundinum. Áhugavert er at merkja sær, at hann hevur ikki boðið amerikanska forsetanum, Donald Trump við. Ráðstevnan verður nevnd ”One Planet Summit”.

Nú eftir fundin í Bonn verður nógv tosað um, hvat fer at henda eftir komandi amerikanska forsetavalið í 2020. Um Trump verður afturvaldur, verður roknað við, at hann fer at halda fast um avgerðina, at taka USA úr Parísavtaluni. Men verður annar forseti kann roknast við, at USA fer at halda fram sum partur av avtaluni.

Hyggja vit uppaftur longur fram í tíðina, so fer árið 2023, átta ár eftir París-avtaluna, eisini at vera eitt sera týdningarmikið veðurlagsár. Tá skulu londini fyri fyrstu ferð av álvara endurskoða Parísavtaluna. Ætlanin er, at slík endurskoðan skal fara fram 4. hvørt ár.

Hyggja vit so fram til 2030, so eru tá farin 15 ár, síðani París avtalan varð undirskrivað. Flestu lond hava sett út í kortið tiltøk, sum skulu minka um útlátið, 15 ár eftir at avtalan gjørdist veruleiki. T.d. hevur ES sett sær fyri at minka um útlátið við 40% frá 1990 støðinum. Einstøk lond so sum Týskland arbeiðir fram móti 55% minking.

Í 2050 miðja veðurlagsvísindamenn móti, at heimsbúskapurin verður ”carbon neutral”, um so er, at tað eydnast heimsins londum at halda hitanum undir 2 stig. Tað kann so røkkast við antin at gevast við at brúka fossila orku ella við at finna ein máta at taka CO2 úr atmosferuni á einum ídnaðarligum støði.