Serfrøðingar sáa iva um eitt sjálvstøðugt Grønland



Jan Müller

25.01.2014 - 22:22

Oljan >


Tað verður sera torført fyri ikki at siga ómøguligt hjá Grønlandi at seta inntøkur frá ráevnisvinnuni ístaðin fyri blokkin úr Danmark. Hetta vilja 13 norðurlendskir granskarar vera við í eini umfevnandi frágreiðing.

Seinastu árini hevur Grønland verið rættiliga í brennideplinum, bæði tá tað ræður um náms- og oljuvinnu, veðurlagsbroytingar eins og sambandið við Danmark. Um somu tíð sum metingar hava verið gjørdar um nýggjar stórar inntøkur til grønlendska samfelagið frá ráevnum, hava røddir verið frammi millum politikararnar, her ikki minst nýggja landsstýrisformanninum, um grønlendskt sjálvstýri.

Nú hava so 13 norðurlendskir serfrøðingar gjørt eina frágreiðing, har teir koma til ta niðurstøðu, at skulu inntøkur frá einum náms- og oljuævintýri avloysa danska blokkstuðulin, so tosa vit um eina støðu, sum liggur langt úti í framtíðini, kanska eini 20 til 50 ár. Teir siga, at man hevur tikið munnin alt ov fullan, tá tað hevur verið sagt, at Grønland kann vera danska blokkin fyriuttan. Grønlendska samfelagið fer tvørturímóti at vera bundið at donskum stuðuli í 25 ár aftrat ella møguliga longri.

Tað eru lærdu háskúlarnir í Nuuk og Keypmannahavn, sum havt tikið stig til og fíggjað frágreiðina og hava valt út 13 serfrøðingar.

Tað er ikki minst nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Aleqa Hammond, sum hevur víst á, at Grønland kann gerast sjálvstýrandi uttan stuðul úr Danmark. Ístaðin skal landið klára seg við inntøkum frá m.a. náms- og oljuvinnu.

Frágreiðingin sigur m.a., at skal Grønland vera blokkin uppá 3,6 mia. kr. fyriuttan, so krevur tað 24 sokallað stórskalanám, sum hvørt kostar 5 mia. kr. at byggja. Tað vil aftur siga, at eitt nám skal lata upp annaðhvørt ár.

Í dag eru bara tvey slík nám á tekniborðinum. Eitt jarnnám í Isua nær Nuuk og eitt nám við sjáldsomum ráevnum og urani í Suðurgrønlandi.

Men metalprísirnir eru lágir í hesum árum, og enn eru ikki íleggjarar, sum vilja fara í gongd. Tí sigur frágreiðingin, at tað er órealistiskt, at Grønland kann liva av sínum námum.

»Jú longri vit tilrættaleggja út í framtíðina, tess torførari er tað at meta um tingini. Men einki er, sum bendir á, at ráevnini kunnu fíggja og gera, at Grønland búskaparliga kann verða óheft av Danmark komandi árini, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum, Minik Rosing, professari í jarðfrøði við Keypmannahavnar Universitet.

Stóri jokarin er oljan, men eisini her er útlitið alt annað enn gott.

Enn hevur einki oljufelag søkt um loyvi at bora eftir olju í 2014, og í besta lagi kann oljuframleiðsla byrja um eini 20 til 50 ár stendur í frágreiðingini, sum danskir fjølmiðlar hava fingið innlit í.

Aleqa Hammond (Siumut), landsstýrisformaður vil sambært Politiken ikki gera viðmerkingar til frágreiðingina, men sigur tó, at hennara størsta politiska mál er eitt sjálvstøðugt Grønland í hennara livitíð.

Serfrøðingarnir siga, at verður ferð sett á ráevnisvinnuna við tí í huga at fáa sjálvstýri, so fer tað at krevja eina so mikið stóra innrás av námsfólki og serfrøðingum, at Grønland í veruleikanum fer at verða stýrt av útlendskum vinnulívi.

Vandi er fyri at íbúgvararnir í Grønlandi fara at varðveita sítt verandi livistøði við lágt løntum størvum, um somu tíð sum ein nýggjur yvirklassi av væl løntum útlendingum fer at festa røtur.

Sara Olsvig frá andstøðuflokkinum IA, og sum er limur av bæði fólkatinginum og grønlendska landstinginum, sigur við Politiken, at hon heldur tað vera gott við eini slíkari frágreiðing, sum kann vera grundarlag undir einum breiðum orðaskifti um náttúruríkidømið.

IA ynskir eisini sjálvstýri, men vil ikki seta tíð á. Sara Olsvig sigur, at í Grønlandi hevur man seinasstu 30-40 árini ikki tosað um annað enn, hvussu ráevnini skulu bjarga Grønlandi, men man hevur ikki viljað tosa um blokkin.

Ein av teimum 13 serfrøðingunum, íslendski professarin Gudmundur Alfredsson, heldur, at frágreiðingin leggur ov stóran dent á fyrimunirnar við grønlendskum limaskapi í Ríkisfelagsskapinum, eitt nú við at brúka danskt know how og útbúgving.

»Eftir míni hugsan átti Danmark at verið mett sum ein vanligur kappingarneyti eins og nógvir aðrir.

Møguleiki er fyri, at Grønland kundi fingið betri fígging úr USA ella Kanada enn úr Danmark,” sigur hann.