Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og Annika Olsen, borgarstjóri. Mynd SEV

SEV við á orkustevnu í Havn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.05.2017 - 14:19

Oljan > Vinna & Tøkni > Orka

SEV bjóðar elkundunum samstarv, har elkundin fær møguleikan at gerast elframleiðari við egnum smáverkum. Serliga áhuagvert verður at síggja, hvussu sólpanelir hjá kundunum kunnu muna á grønu kósini sigur SEV í kunningarskrivi um orkustevnuna, sum læt upp í høllini á Hálsi í morgun. Hetta er triðju ferð skipað verður fyri slíkari orkustevnu, har nógvar ymsar fyritøkur og felagsskapir luttaka umframt at framløgur verða hildnar. Tað er "Advent Events Management",  sum skipar fyri tiltakinum. 

Í framtíðini kann elkundin síggja seg sjálvan sum ein elframleiðara, ið bæði kann framleiða elorku til egna nýstlu og selja hana inn á netið hjá SEV. Kundin verður sostatt ein “prosumer”, sum hetta hugtakið eitur á enskum. Eitt hóskandi føroyskt heiti kundi verið ein “elfelagi” – tað er ein, sum samstarvar við elveitaran um bæði framleiðslu og nýtslu. SEV boðaði frá hesum framtakinum á grønu kósini, tá ið Orkustevnan læt upp fyrrapartin.

- SEV vil fegið bjóða kundunum hendan møguleikan, sum kann spara tí einstaka húsaraldinum pengar, tí kundin fær høvið at selja elorku inn á netið hjá SEV. Sostatt minkar samlaða elrokningin hjá einum “elfelaga”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV .

Hann vísir eisini á, at slíkt samstarv og samspæl við kundarnar kann hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at gera Føroyar grønar á landi í 2030.

- Vit bjóða kundunum við í arbeiðið á grønu kósini, og tað skuldi eisini økt um ognarkensluna í stóru verkætlanini at gera Føroyar grønar í 2030. Øll eiga SEV, har vit altíð hava lyft í felag, og vit ynskja eisini, at øll hava hug at fylkjast á grønu kósini. Saman standa vit sterkast, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

SEV hevur mælt til at broyta treytirnar fyri at binda í elnetið, so at kundarnir kunnu útvega sær smáverk – t.d. sólpanelir á einari húsatekju, smá vatnorkuverk og smærri vindmyllur.

Smáverk eru verk, sum hava ein mátt á í mesta lagi 11 kW. SEV hevur gjørt nýggjar tekniskar treytir til slík verk, sum skulu lúkast fyri at binda í netið. Harumframt skulu sjálvsagt allar ásetingar í elveitingarlógini og onnur myndugleikakrøv lúkast.

- Royndir eru áður gjørdar við sólorku í Føroyum, og nú meta vit, at tíðin er búgvin, at vit fáa sólorkuna at gera veruligan mun serliga um summarið, tá mest verður brúkt av olju, tí lítið er av vatni og vindi hetta tíðarskeiðið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Nýggja skipanin, har elkundin kann gerast elframleiðari – ein “elfelagi” – fer væntandi at virka longu komandi heyst.