Loyvini, sum Shell hevur keypt seg inn í, liggja sunnan fyri oljukelduna Rosebank. Talan er um Cambo oljukelduna umframt Blackrock leitimiðið, sum liggur millum Cambo og Rosebank

Shell nærkast Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

03.04.2018 - 17:31

Oljan >

Tíðindi/greining. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, hálendska Shell, hevur keypt stórar partar av leiti- og framleiðsluloyvum skamt frá føroyska markinum. Talan er um oljuleiðina “Greater Cambo Area”, sum m.a. fevnir um oljukelduna Cambo, ið fyribils er mett at goyma meira enn 100 mió. tunnur av olju. Keldan, sum varð funnin í 2002, liggur einans umleið 3 kilometrar frá føroyska markinum. At risastóra oljufelagið Shell nú gerst virkin viðleikari í sambandi við komandi útbyggingar tætt upp at føroyska markinum, kann uttan iva vera við til at varpa nýtt  ljós á aftur á føroysku undirgrundina eisini. Fyri føroyskar myndugleikar eru hetta sera kærkomin tíðindi. 

Herfyri boðaði oljufelagið Siccar Point Energy, sum keypti allar oljuleiðirnar hjá eysturríkska felagnum OMV vestan fyri Hetland, at tað hevði fingið grønt ljós frá bretsku myndugleikunum at fara undir eina útbygging av Cambo. Í hesum sambandi fer felagið at bora ein avmarkingarbrunn í næstum við pallinum West Hercules, sum boraði ein brunn í grannalagnum á føroyskum øki, Súlan Stelkur, fyri góðum trimum árum síðani.

Shell, sum nú eftir øllum at døma, er farið at raðfesta oljuleiðirnar eystan fyri føroyska markið, hevur keypt 30% av Cambo loyvunum umframt 22,5% av Blackrock leitimiðinum, har ætlanin er at bora ein leitibrunn tíðliga í 2019. Hetta leitiloyvið gongur heilt inn at markinum og liggur millum oljukeldunar Cambo og Rosebank. Stórar vónir eru til m.a. hetta leitimiðið.

Stóran týdning fyri alt økið

Tað stendur greitt, at við nýggjasta átakinum hjá Shell at keypa seg inn í loyvi við markið, so hevur umrødda økið umframt økini nærhendis, og harvið eisini føroyska grannalagið, fingið nógv hægri raðfesting í altjóða oljuumhvørvinum. At eitt av heimsins størstu oljufeløgum brádliga ger bart og ger eina íløgu sum hesa á Atlantsmótinum, har tað keypir knappan triðing av einum oljuøki, sum liggur rættiliga fjarskotið frá nøkrum undirstøðukervi, er einki minni enn ein sensation og tí nakað, sum hevur vakt miklan ans í oljuumhvørvinum.

Eygleiðarar halda, at tað fer uttan iva at seta ringar í sjógvin og fáa onnur oljufeløg eisini til at venda eygunum móti hesum partinum av Atlantsmótinum, tá eitt so stórt oljufelg sum Shell av álvara setir kósina móti hesum leiðum. Í næstum fer bretska stjórnin eisini at kunngera úrslitið av 30. útbjóðingini í nettupp sama øki. Tá verður áhugavert at síggja, hvørji feløg hava fingið tillutað hvørji øki eitt nú nær føroyska markinum.

Eisini týdning fyri Føroyar

Tað er altíð eitt gott barometur fyri eitt ávíst oljuøki, at stór feløg sum Shell fær tað á sín radara. Tí talan er um djúpt vatn og sokallað “frontier” øki tvs. eitt útjaðaraøki við lítlum ella ongum infrastrukturi. Við Shell sum partnara í eini útbygging umframt leiting nærhendis gevur tað eini slíkari verkætlan veruliga vind í seglini. Og sæð við føroyskum eygum eru hetta sera góð tíðindi, tí henda jaliga gongdin kann uppá sikt eisini fáa týdning fyri leiting og hvør veit framleiðslu á føroyskum øki. Cambo og Blackrock liggja so tætt markinum ið hugsast kann, sum teinurin úr Havnini til Nólsoyar. Støðan er so tann, at meðan Siccar Point fer at eiga 70% av Cambo, fer Shell at eiga tey restandi 30%. Hvat Blackrock grannaloyvinum viðvíkur, tá verða trý feløg um eigaraskapin. Siccar Point eigur 52,5%, Shell 22,5 og síðani Ineos, sum keypti danska Dong, eigur 25%.

Tað er ein sannroynd, at oljufeløg royna oftast at leggja undir seg grannaøki eisini, har tey longu hava funnið olju og vilja framleiða hana. Hvat Cambo-økinum víðvíkur liggur føroyska undirgrundin tætt við og vil uttan iva hava áhuga fyri feløgini einaferð í framtíðini.

Shell strategi framvið markinum

Avgerðin hjá oljurisanum Shell er tí sera kærkomin fyri framtíðar føroyska oljuleiting. At felagið sær møguleikar á Atlantsmótinum sum heild síggja vit eisini frá úrslitinum av 29. útbjóðingini, sum varð í fjør. Tá fekk Shell tillutað eini 12 nýggj leitiloyvi tætt við markið í tí økinum vit vanliga kalla fyri Gullhornið. Tað er í landssynningspartinum av føroyska landgrunninum, har teir fyrstu brunnarnir í Føroyum vórðu boraðir. Við nú at keypa seg inn í fleiri loyvi longur norðari og fram við markinum eisini, á Cambo-leiðini, vísir Shell, at hesi økini eru partur av teirra framtíðar raðfesting og strategi.

Tað er heldur einki yvir at dylja, at stjórin í Siccar Point, Jonathan Roger, er sera fegin um avgerðina hjá Shell. Hóast Siccar Point er væl fyri, tað verður fíggjað av stórum privatum íløgugrunnum, so kemur tað væl við at fáa eitt so stórt og sterkt oljufelag inn í verkætlanina. “Vit fegnast um, at Shell hevur gjørt av at vera okkara partnari í hesum so sera spennandi verkætlanini. Við sær kemur Shell við sera viðkomandi ekspertisu á nógvum økjum. Saman fara vit at fáa tað besta burturúr.” Nú um dagarnar hevði Siccar stjórin framløgu á ráðstevnu í Oslo, har m.a. framtíðin hjá Norðsjónum og Atlantsmótinum varð á skránni. Har nýtti hann høvi at vísa á, at oljuframtíðin í okkara parti av heiminum liggur á Atlantsmótinum, tvs. økinum vestan fyri Hetland. 

Nýggj gassleið longur norðuri

Enn eitt menningarøki finst nær føroyska markinum nakað longur norðari. Talan er um eina gassleið, sum minnir ikki sørt um fyrstu gassleiðina á Atlantsmótinum yvirhøvur, ið liggur syðri, nevniliga Laggan Tormore,sum eisini fevnir um gasskeldurnar Edradour og Glenlivet.

Nýggja gassmenningarleiðin, Northern Gas Area",  longur norðuri fevnir um gassleiðirnar Tobermary, Bunnehaven, Cragganmore og høvuðsleiðina Lyon. Hana fara Ineos og Siccar Point at bora komandi ár.

So tað er greitt, at stórt virksemi er í hesum økinum tætt við Føroyar, og talan er um oljufeløg, ið veruliga trúgva uppá, at tað í framtíðini fara at vera bæði olju- og gassleiðir, sum fara at framleiða til svanga bretska heimamarknaðin.

Nær møgulig føroysk fund og framleiðsla kunnu verða knýtt uppí leiðirnar hinumegin markið, nú hesar nærkast í hvørjum,  vil so bara tíðin vísa. Í løtuni eru  føroyskir myndugleikar annars við at fyrireika eina nýggja “open door” oljuleiting á føroyskum øki. Hon kann eisini skjótt gerast áhugaverd fyri feløgini, sum nú brúka sína orku uppá virksemið hinumegin markið.