Altjóða oljuvinnan nærkast Føroyum í hvørjum. Í vikuni hava bretskir myndugleikar góðkent, at Shell keypir seg inn í loyvi við markið. Tvs. at uppaftur størri fokus verður á leiting og framleiðslu nær við Føroyar

Shell nú týðandi partur av oljuvirksemi nær við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

03.05.2018 - 16:29

Oljan >


Bretskir myndugleikar hava nú endaliga góðkent søluna av loyvispørtum í sokallaða Cambo økinum tætt við føroyska markið frá oljufelagnum Siccar Point Energy til oljurisan Shell. 

Tað kom sera óvæntað á oljuheimin, tá Siccar Point, ið hevur átikið sær leiklutin sum lokomotivið fyri nýggjari leiting og framleiðslu á Atlantsmótinum, kunngjørdi, at tað hevði selt burtur av sínum loyvum á Cambo leiðini skamt frá markinum, og harvið latið dyrnar upp fyri einum nýggjum leikara í einum umráði, sum hevur mark til føroyskt øki. Shell hevur keypt 30% av sjálvum Cambo loyvinum, sum hýsir Cambo oljukelduni, ið varð funnin í 2002,  umframt 22,5% í grannaloyvinum, P1830, sum fevnir um Blackrock leitimiðið, ið liggur uppaftur nærri markinum.

Siccar Point sigur í eini viðmerking til almennu góðkenningina av søluni til Shell, at hetta kemur sera væl við fyri alla menningina av økinum. Shell kemur nevniliga við royndum og vitan, sum aftur kunnu styrkja um ætlaninar at útbyggja Cambo. Fyrst skulu tó tveir brunnar borast. Annar av teimum, ein avmarkingarbrunnur á Cambokelduni, verður boraður í løtuni, og væntast úrslit av hesi boring og eftir tað testing av brunninum at vera klár í summar. Metingarnar longu hjá oljufelagnum eru tær, at boringin fer helst at staðfesta fundið og vónandi gera tað uppaftur meira áhugavert. Higartil er mett, at har eru 600 mió. tunnur av olju í kelduni, men talan kann eisini vera um størri nøgdir.Í heila takið eru fólkini hjá Siccar Point sera bjartskygd og sum vera man spent. 

Hin brunnurin verður boraður tíðliga í næsta ár og verður tað á Blackrock leitimiðinum (P1830), sum liggur millum oljukeldurnar Cambo og Rosebank og uppaftur nærri føroyska markinum. Tann brunnurin verður mettur at fara at  økja munandi um samlaðu oljugoymslurnar í hesum økinum.Og fer helst eisini at kunna siga nakað um ábendingar um, hvat finst í føroysku undirgrundini í næsta grannalagnum. 

Tíðliga í næsta ár verða so tvær stórar avgerðir tiknar, nevniliga um at útbyggja Cambo og grannakelduna Rosebank. Enn peikar alt á, at leiðslurnar í ávikavist Siccar Point og í Chevron, sum ereu fyristøðufeløg fyri Cambo og Rosebank, fara at geva endaliga grønt ljós til útbyggingar av báðum keldunum.

Fyri Føroyar og føroyska oljuleiting og møguligar framtíðar útbyggingar her kunnu tær báðar avgerðirnar fáa alstóran týdning. Fyrst og fremst tí at oljuframleiðslur her vera bert fáar kilometrar frá markinum, og harvið fær nýggjur infrastrukturur fótafesti í einum øki, sum liggur nærum á markinum. Tað ger undirgrundina føroysku megin markið nógv meira áhugaverda enn áður. 

Veruleikin er so tann, at um nøkur fá ár verður helst  ein stór nýggj oljuprovins sjónlig frá markinum. Hon fer so aftur at skapa møguleikar fyri útbygging av øðrum keldum fyri sunnan og norðan, ið tá kunnu bindast í nýggju oljuprovinsuna "Cambo/Rosebank Area".