Shell selur gassogn í Írlandi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

13.07.2017 - 18:23

Oljan >


Oljufelagið Royal Dutch Shell boðar nú frá, at tað hevur gjørt eina avtalu við íløgufelagið, Canada Pension Plan Investment Board, um at selja alt sítt framleiðsluvirksemi í Írlandi fyri umleið 10 mia. kr. Talan er um gasskelduna Corrib, sum Shell eigur 45% í. Statoil eigur 36,5% í Corrib, sum fór undir framleiðslu fyri fáum árum síðani. Hetta verður gjørt fyri at broyta Shell og koma við eini nýggjari íløgustrategi í heimsflokki sigur framleiðslustjórin hjá Shell, Andy Brown. Henda sølan er so partur av eini umfevnandi søluverkætlan uppá 30 mia. dollarar.

Corrib gasskeldan í Írlandi varð funnin fyri nógvum árum síðani, men umhvørvisfeløg og lokalu íbúgvarnir á staðnum, har gassið skuldi koma í land, hava forðar fyri framleiðslu til fyri nøkrum fáum árum síðani. Corrib er í dag einasta kolvetniskeldan í Írlandi, sum framleiðir.

Í skrivandi løtu verður ein leitibrunnur boraður vestan fyri Írland. Oljuleiting í Írlandi gongur heilt aftur til byrjanina av 70-unum men enn er einki lønandi oljufund gjørt.