Sjóborg skal nú í írskan sjógv. Tað skal vera partur av írsku oljuleitingini saman við boriskipinum Stena IceMAX

Sjóborg við í oljuleiting í Írlandi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.06.2017 - 10:05

Oljan >

Frálandsskipið Sjóborg hjá Skansi Offshore verður nú partur av oljuleitingini í Írlandi. Skipið hevur fingið sáttmála frá írska oljufelagnum Providence Resources at vera veitingarskip hjá boriskipinum Stena IceMax, sum í næstum fer undir at bora á djúpum vatni vestan fyri Írland.

Hóast tað framvegis eru stórar avbjóðingar í frálandsvinnuni, so eru boð eftir góðskuríku tænastunum hjá føroyska reiðaríinum, Skansi Offshore. Og tað enntá í okkara næsta grannalag. Eftir at hava fingið sáttmála fyri Kongsborg við stóra oljufelagið CnoocNexen, sum borar ein leitibrunn vestan fyri Hetland, hevur Skansi nú eisini fingið sáttmála til enn eitt av sínum skipum, Sjóborg, í Írlandi, har oljufelagið Providence Resources í næstum fer at bora ein brunn á djúpum vatni vestan fyri Írland. Við øðrum orðum skulu tvey av skipunum hjá Skansi Offshore arbeiða sum hjálpar- og veitingarskip fyri boring av tveimum týðandi brunnum á Atlantsmótinum – í føroyska grannaumhvørvinum

Við boringini í Írlandi verður føroyska veitingarsskipið eisini við í eini tí fyrstu oljuboringini har í mong ár. Írland er í eini støðu, sum líkist tí føroysku, har leitingin ikki hevur givið tey úrslit, sum man hevði vónir um. Kortini er eitt gassfelt farið í framleiðslu. Men írar síggja fegnir eisini, at teir raka við olju og harvið kunnu gerast eitt oljuframleiðandi land. Í seinastu útbjóðingini í Írlandi nakað herfyri vóru tað eisini fleiri av teimum stóru oljufeløgunum, sum søktu um loyvi. Hóast lága oljuprísin tykjast vónirnar til at finna olju vestan fyri Írland at vera stórar. Nú sleppur føroyska Sjóborg so at vera við í hesum ”nýggja” írska oljuævintýrinum.

Talan er um tvey leitimið, Druid og Dromberg, sum liggja í Porcupine lægdini har suðuri og vestan fyri Írland. Boriskipið Stena IceMAX ger nú klárt til hesa spennandi uppgávuna. Skipið er serútgjørt til at arbeiða á djúpum vatni og í økjum við ringum veðri. Boringin er mett at kosta umleið 300 mill. kr. og kostar boriskipið 185.000 dollarar um dagin, sum er munandi minni enn tað kostaði at bora seinastu brunnarnar á føroyska landgrunninum. Providence Resources er fyritstøðufelag við 56%, síðani eigur Capricon, sum er dótturfelag hjá Cairn Energy, ið boraði fýra brunnar í Grønlandi nøkur ár herfyri, og triðja felagið er Sosina við 14%. Aftrat hesum er franski gassrisin Total eisini partur av boringini. Felagið hevur fingið optión at taka 30% av loyvunum fyri at rinda ein part av borikostnaðinum.